Gud, tú hevði eina uppgávu..

Leif Andersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nakrir tankar eftir ein frálíkan rúmdarfilm 

Eg eri púra burtur í rúmdar- og scinece fiction-filmum. Og The Martian (2015) er ein av teimum bestu. Rúmdarmaðurin, Mark Watney (Matt Damon), er orsaka av einum óhappi endaður einsamallur á Mars. 

Hann roynir at yvirliva ímeðan hann bíðar til at verða bjargaður, og hann er ótrúliga uppfinningarsamur. Eg elski hansara humor og hansara treystið. 

Síðani upplivir hann eina stóra katastrofu, sum kundi verða við til at forkoma hansara møguleikum at yvirliva. Fyrst roynir hann við sínum vanliga sterka vilja at stríðast. Men síðani smekkar hann nevan í loftið og rópar: “Gud, Gud, Gud, Gud!!!….” 

Eg skilji hann so væl. Eg havi so avgjørt eisini verið har. Men her kemur tað undarliga: Hetta er fyrstu ferð, at hann í filminum vendir sær til Gud. 

Tað er ikki nakað, sum týðir uppá at tað hann hevur havt nakað samband við Gud áðrenn, nakað stríð við Gud ella nakra bøn til Gud. 

Heldur ikki eftir bjargingina er nakað takksemi til Gud at hóma. Gud hevur her, opinbart, einans til uppgávu at tryggja tað góða lívið. Gud hevði eina uppgávu (“You had one job”, sum tað mangan verður skrivað á netinum) – og hann kiksaði fullkomiliga. 

Men um Gud ikki hevur nakra aðra uppgávu enn at tryggja mær tað góða lívið – havi eg hann so yvirhøvur í mínum lívi?