Gudfrøðilesandi verður vakurleikadrotning í Týsklandi

20 ára gamla Kira Geiss hevur vunnið týsku vakurleikakappingina “Miss Germany”.

Kira Geiss sigur, at tá hon var ung, kom hon saman við nøkrum ungum, sum dagliga brúktu rúsdrekka og rúsevni. Tíbetur hitti hon sum 16 ára gomul nøkur ung úr eini ungdómskirkju í grannalagnum. Tey hjálptu henni burtur úr tí keðiliga felagsskapinum, sum hon var komin í og syrgdu fyri, at Kira Geiss fekk ein vegleiðara.

Vakurleikakappingin Miss Germany er broytt seinastu árini. Fyrireikararnir siga, at útsjónd hevur minni týdning í samlaðu avgerðini nú enn fyrr. Tað ræður ikki longur um at vísa seg fram í bikini, og tað er heldur ikki longur gjørligt at vinna uppgávur sum fotomodell. Í dag hevur persónligheit og lívsførsla hjá kvinnuni størri týdning enn útsjónd.

Í staðin fyri góðar fotomodellsáttmálar hevur tann unga kristna kvinnan vunnið heiðursløn sum kvinnuligur leiðari. Hon hevur eisini vunnið 25000 evrur. Men tað týdningarmesta er, at fyriskipararnir hjálpa vinnaranum at netverka millum fyritøkur, íleggjarar, politikkarar og miðlar fyri at hjálpa henni at gjøgnumføra sítt mál: At hjálpa ungum.

LES EISINI  Hvussu hugsa missión inn í okkara dagliga arbeiðslív?


At gróðurseta kirkjur og boða evangeliið


Sigurin merkir, at Kira Geiss er noydd at taka frí eitt ár frá missiónsskúlanum. Hetta árið skal brúkast til at hugsavna seg um at fáa sum mest burturúr teimum sáttmálum, sum hon hevur vunnið.
Men kall hennara at gróðurseta kirkjur og boða ikki-trúgvandi ungum gleðiboðskapin er ikki broytt, sigur hon.


“Vit hava tørv á fleiri ungum meinigheitum, sum tola broytingar. Meinigheitir, sum ikki víkja frá sínum aðalreglum, men sum tó flyta seg við samfelagnum. Eg vil fegin vera ein rødd fyri kirkjuna. Eg elski hana meira enn nakað annað, og hon er mítt heim.”


Hon sigur eisini, at tað besta, hon veit, er “at tæna Guði og mínum grannum”. Ein av verkætlanunum, sum hon hevur verið við at byrja, er EastSide í býnum Magdeburg.


Tá hon var 16 ára gomul, vendi hon um til kristna trúgv, eftir at tvær gentur bjóðaðu henni við í ungdómsbólkin í kirkjuni. “Í dag síggi eg tað sum ein ríkdóm at vita, hvussu tað er ikki at vera kristin og at duga at vera saman við teimum, sum ikki trúgva,” sigur hon.

LES EISINI  Tríggjar søgnir um at vera ein kristin á arbeiðsplássinum

Mariann Djurhuus Poulsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina