Tríggjar søgnir um at vera ein kristin á arbeiðsplássinum

Eg fór inn á skrivstovuna á eini samtøku við nøtrandi varhuga. Presturin og eg høvdu biðið um, at eg mátti gerast ein ”Dánjal” á hesum plássi, ein trúgvandi á hesum verðsliga arbeiðsplássi. Eg hevði so nógvar ætlanir: at finna onnur kristin, at byrja ein bønarbólk, vitna gjøgnum arbeiði mítt, vera saman við arbeiðsfeløgum mínum og fáa henda sprningin frá teimum: ”Hvat fekst tú við í vikuskiftinum?”  

Kelda: www.propelwomen.org
Skrivað: Kara Martin 
Týtt: Gunnar Reynslág 

Eg hevði Gud í míni spildurnýggju arbeiðstasku og eg var til reiðar at loysa hann. 

Fimm ár seinni hevði eg møguleikan at grunda yvir, hvussu Gud hevði framt andaliga ávirkan á ein hátt, sum hevði avdúkað mína ætlan og fór út um mína væntan. Við øðrum orðum, eg hevði nógv eftir at læra. 

Mesta, sum Gud bjóðaði mær av í, var á trimum ávísum fyritreytum fyri at vera ein kristin á arbeiðsplássinum. 

Fyrsta søgnin: Gud var ikki hjástaddur á arbeiðsplássinum um eg ikki lat upp munnin. 

Eg hevði hildið, at mín lutur sum kristin var at finna møguleikar at tosa um trúgv mína, og at Gud síðani vildi virka gjøgnum tað. Tað, sum eg gloymdi var hetta: Gud er longu virkin á arbeiðsplássi mínum!  Íðan, Paulus sigur okkum, at ”tí at í honum (Jesusi) vórðu allir lutir skapaðir í himnunum og á jørðini, hinir sjónligu og hinir ósjónligu, annaðhvørt tað eru hásæti ella harradømi ella máttir ella vald. Allir lutir eru skapaðir í honum.» ( Kol. 1, 16 – 17). Jesus er hægstur yvir øllum, og Gud er hjástaddur allastaðni – eisini á arbeiðsplássi mínum um eg eri har ella ikki. 

LES EISINI  Gud, gev fíggindum mínum eydnu og frið

Uppaftur meira: Gud arbeiddi við at menna trúgv mína og eyðkenni, meðan eg var til arbeiðis, eisini. Eg varð royndur á arbeiðsplássinum, eyðmýktur og freistaður. Eg mátti yvirgeva meg til Guds í bøn, biðja um uppílegging av andanum, og royndi at finna vísdóm í orði hansara. Hann menti meg við toli mótvegis  truplum starvsfeløgum, fatan í siðfrøðiligum tvístøðum, og áhaldni í bøn, tá arbeiði var strævnari enn eg væntaði. 

Onnur søgnin: Besti háttur at heiðra Gud var við at fáa samband við onnur kristin í arbeiði mínum. 

Eg ásannaði at knýta verulig sambond við arbeiðsfelagar hevði størri týdning. Júvíst, at hitta onnur kristin dirvdi meg og varðveitti meg, men var ein freisting einans at vera saman við teimum. Eg var jaligur við starvsfelagar mínar men grunnur í fyrsta lagi, í góðtrúgv bangin fyri at tætt vinasamband kundi spilla meg. Partur av trupulleikanum við míni hugsan var, at eg helt, at eg ongantíð mátti avdúka trupulleikar ella veikleikar, at kristin altíð skuldu vísa seg sum sigrandi. Men, tað var tá eg tosaði við ein annan um eina persónliga kreppu, at eg hevði mína fyrstu veruligu samrøðu um trúgv. Paulus sigur okkum, «og hann hevur svarað mær: Náði mín er tær nóg mikið; tí at mátturin verður fullkomin í máttloysi. Nógv heldur vil eg tí fegin rósa mær av máttloysi mínum, fyri at máttur Krists má taka sær búgv hjá mær.» (2. Kor. 12,9). 

LES EISINI  Møt honum dagliga

Hvat meira er: eg ásannaði, at eg heiðraði Gud bert við at gera mítt dagliga arbeiði væl. Mítt arbeiði var millum annað verkætlanir um røkt av fólki hansara og skapan, (1. Mós, 1, 26), bjarga frá syndamerktum avgerðum, sýna miskunn og umsorgan, og avdúka sannleika. Alt hetta hevur týdning hjá Gudi. 

Triðja søgnin: At nevna virksemi í trúgv míni vekir spurningar. 

Eg havi verið lærdur at væta samrøður mínar við andaligum málburði í teirri vón at onkur fer at spyrja meir um hetta. Eg fann út av, at nevndi eg «kirkja» ella «gudstænasta» støðgaði samrøðuni ofta. Ístaðin,  um eg svaraði spurninginum,»Hvat gjørdi tú í vikuskiftinum?» við «eg lurtaði eftir einum sera áhugaverdum práti um ein gamlan sang, ið sigur frá, hvussu tað andaliga er opinberað í skapanarvakurleikanum og vísdómsorðum…» Hóast eg tosaði um gudstænastuna, har eg hoyrdi um sálma 19, opnaði tað fyri samrøðuni og ikki øvugt. Eg lærdi, at eg mátti tosa um lív mítt soleiðis, at tað gav meining hjá teimum við lítlum ella ongum royndum í kristna lívinum, og at tæna teimum talaði betur enn orð.  

LES EISINI  Í hvør sínum báti – men við sama borð

Uppaftur meiri. Gud byrjaði at geva mær eina kenslu av hvussu góðskan í hansara ríki kundi ávirka onnur, tó at vit ikki tosaðu um tað. Eg arbeiddi í einum námsvirki og brúkti mína samskiftisuppgávu at leggja dent á týdningin av umhvørvis endurreisn, ið ikki einans samsvaraði Guds umsorgan av tí skapta í mínum huga, men gjørdist ein høvuðs uppgáva hjá virkinum.  

Tá mínar ætlanir vóru sleptar, fann eg skjótt út av, at tann andaliga ávirkanin, sum Gud vildi hava framda gjøgnum meg, var sera annarleiðis samanborið við tað, eg hevði hugsað mær. Gud broytti háttin eg av fyrstu tíð fór undir arbeiði og vísti mær so nógv meiri av hansara ætlanum. Hvør einstakur okkara hevur møguleikan fyri nógv størri kristiligari ávirkan gjøgnum arbeiði okkara enn vit kundu nakrantíð hugsað okkum, tá vit opna okkum sjálv og síggja arbeiði okkara við Guds eygum. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina