Fýra hættir trúgvandi kunnu vera øðrvísi tá ið tey eru til arbeiðis

Í bókini “Every Good Endavor” skrivar Timothy Keller, at tá ið trúgvandi eru til arbeiðis, eiga tey at vera øðrvísi enn tey, ið ikki trúgva. Hetta er sjálvandi ofta lættari sagt enn gjørt.  Men at ala fram slíkar týðuligar og dámligar eginleikar, er kjarnan í at vera eitt vitni í gerandisdegnum.

Eftir Bethany Jenkins
The Gospel Coalition
Rósalind Olsen umsetti

Leidd av einum serstøkum sýni á menniskjuni og einum kærleika grundfestum í vísdóminum um krossin, kunnu vit vera øðrvísi í hvussu er á fýra økjum

1) At vera kend sum reiðilig, umsorganarfull og at leggja alla orku í fyri onnur.

Leidd av faðirsins kærleika og at hann góðtekur okkum ígjøgnum Jesus, kunnu vit verða kend sum reiðilig, umsorganarfull og at vit leggja alla orku í fyri onnur. Av tí at vit kenna dýpdina av okkara egnu synd og støddina av Guds náði til okkum, kunnu vit vera til reiðar at fyrigeva og fáa semju við onnur (Matt. 6,12; Efes. 4,32).

Vit kunnu enntá fáa møguleikan at taka vágan til fyrimunar fyri onnur. Keller sigur eina søgu um eina unga kvinnu, sum vitjaði kirkjuna hjá honum. Hon var ikki blivin trúgvandi enn, men hon var áhuga í at læra meira orsaka av einari hending við leiðaranum hjá sær. Keller greiðir frá:

Hon arbeiddi hjá einari fyritøku á Manhattan, og stutt eftir at hon var byrjað har, gjørdi hon eitt stórt mistak, sum hon helt fór at gera at hon misti arbeiðið, men leiðarin hjá henni fór til stjóran, og tók alla ábyrgdina fyri tí sum hon hevði gjørt. Av somu orsøk misti hann nakað av virðing og møguleikar fyri at fáa hægri tign í fyritøkuni. Hon var ómetaliga ovfarin av tí hann hevði gjørt, og fór og takkaði honum fyri tað. Hon segði at hon ofta hevði sæð leiðarar taka æruna fyri tað hon hevði avrikað, men hon hevði ongantíð uppliva at nakar tók ábyrgdina fyri mistøk hon hevði gjørt. Hon vildi vita hví hann var øðrvísi. Hann var sera lítillátin og veik frá spurninginum, men hon helt fast. At enda segði hann henni “eg eri trúgvandi. Tað merkir millum annað at Gud góðtekur meg, tí Jesus tók ábyrgdina fyri mínum mistøkum á seg. Tað gjørdi hann á krossinum. Tí havi eg ein longsul og onkuntíð møguleikan at taka skyldina fyri onnur.” Hon hugdi at honum eina løtu og spurdi síðan: “Hvar gongur tú í kirkju?”

LES EISINI  Hví fórst tú frá mær?

2) At vera kend sum gávumild

Ávirkað av samanhangi og møguleika, kunnu vit vera gávumild á ymiskum økjum. Leiðarar kunnu vera gávumildir við ráðum, at vera lætt atkomuligir og leggja sína orku í arbeiðsfólkið. Vit kunnu øll vera gávumild við okkara tíð og pengum, og býta tað vit hava í hjálpsemi. Tey, sum eiga smá virkir kunnu taka sær lægri vinning til fyrimunar fyri grannar, kundar og starvsfólk. Sum dømi kann nevnast at “Tegu”, sum er ein træ leiku fyritøka, sum Will og Chris Haughey byrjaðu. Ávirkaðir av kristnu trúnni, taka teir við vilja lægri vinning til fyrimunar hjá fólkinum í Honduras, har teir heysta træið, og fyri at hava samansparing til starvsfólkið.

Vit kunnu eisini vísa okkara starvsfeløgum gávumildi uttanfyri arbeiðstíð – gera ein døgurða til tey um tey hava fingið eitt barn, fara til jarðarferð um tey missa ein kæran, fara út at eta saman við teimum um tey stríðast, fara til ítróttavenjing saman, ella fara í brúdleyp hjá teimum. Gávumildi uttanfyri arbeiðstíðina er ein staðfesting av kærleika – tú vísir teimum at tú er góður við tey sum eitt heilt menniskja, ikki bara sum ein starvsfelagi, ið fær nakað á skaftið.

3) At vera kend sum rólig og sinnilig í truplum ella miseydaðum umstøðum

“Hetta er helst tað, ið sigur mest um eitt menniskja er leitt av andanum í evangeliunum, tá ið talan er um bygnaðin av persónligum eginleikum.” Sigur Keller. Um stjórin loypir okkum um tá onkur skal setast í hægri starv, ella vit missa eyka lønina vit høvdu væntað, ella ein starvsfelagi fær plássið í toyminum vit ynsktu at vera í. Hvussu vit reagera avdúkar hvar vit seta okkara vón og samleika. Keller skrivar:

LES EISINI  Møt honum dagliga

Fyri nógv fólk eru útlitini fyri starvsbroyting ella at yrki miseydnast eitt tungt stríð. Tá meiningin í lívinum og samleikin eru í vanda, verða vit stýrd av ótta, og ofta reagera vit uttan at hugsa okkum um. Vit vera før fyri at lúgva og snýta onnur fyri at bjarga okkum sjálvum, ella vit detta í vónloysi. Men Jesus sigur: “savni tykkum gripir í Himli” (Matt. 6,20). Hvat merkir tað? Paulus sigur at allir skattir er goymdir í Kristi (Kol. 2,3) og Pætur sigur at Jesus var vrakaður fyri okkara skuld, doyði fyri at taka tað vit høvdu uppiborið, og tí er hann virðismikil fyri tey sum trúgva (1. Pæt. 2,7)….. hetta er hvørki røðusnild ella upphugsað gudfrøði. Bíblian sigur: bara um Jesus er tykkara skattur eru tit veruliga rík, tí hann er einasta gjaldoyra, sum ikki kann missa virði. Og bara um hann er tykkara frelsari hava tit veruliga framgongd, tí tign hjá honum, er einasta tign, sum ikki kann missast.

Sum kristin syrgja vit, men ikki sum tey, ið ikki hava nakra vón (1. Tess. 4,13) vit kunnu flenna at teimum døgunum sum koma ( Orðt. 31,25) tí vit vita at sama hvussu dapurt alt sær út, so fer Gud ikki frá sínum fólki. Hann hevur eina ætlan fyri í morgin (Matt. 6,34).

4) Verið sonn og heil

Nøkur trúgvandi eru ikki erlig um sína trúgv tá tey eru til arbeiðis. Onnur tosa um hana alla tíðina, men liva og tosa á ein hátt í lítilsger tey ið ikki trúgva.

Vit skulu sjálvandi vera vís viðvíkjandi hvussu vit siga frá um okkara vón tá ið vit eru til arbeiðis. Men at vera tigandi er ikki ein av møguleikunum. Um vit ynskja at vera sonn menniskju, mugu vit vera heil menniskju tá ið vit eru til arbeiðis.

LES EISINI  Menn í kjóla 7: Ja, glaður, hvør til dagsverk fer

Keller kemur við einum dømi:

Eg kenni ein menn, sum fyri nøkrum árum síðan byrjaði eina fyritøku. Hetta var grundað á hugskotið um, at í einum ávísum parti av fíggjarligari tænastu, brúktu teir núverandi veitararnir tey fløktu amboðini og manglandi vitanina hjá kundunum at hava høgar prísir. Hann helt at ein nýggj fyritøka, sum var meira gjøgnumskygd fyri kundarnar, kundi bjóða lægri prísir og betri tænastu. Hetta fór ikki bara at geva sunnari vinning, men eisini at bera broyting og heiðursemi við sær inn á eitt øki, sum hevði stóran tørv á tí. Tá ið hann greiddi møguligum samstarvsfeløgum og starvsfólkum frá hugskotinum, rakti hann eina ótrúliga javnvág. Hann segði at nýggja fyritøkan fór at verða rikin av virðum, og hann greiddi frá virðunum. Hann legði áherðslu á at hann ikki bara legði dent á hesi virðini tí tey fóru at draga kundar til sín og økja um inntøkuna, men eisini tí tað var tað rætta at gera. Hann segði at hesi virðini vóru leidd av hansara egnu kristnu trúgv, men legði kvikliga afturat at óansæð grundarlagnum fyri trúnni hjá hinum, um tey vóru bundin at teimum somu virðunum vóru tey líka virdir lutaeigarar. Hetta er eitt frálíkt dømi um bæði at vera opin um sína trúgv og ikki vera útihýsandi ella sekteriskur viðvíkjandi hesum.

Sum trúgvandi eiga vit at nýta hvønn møguleika at vitna um samhugan, gávumildni, trúfesti og sannleikan hjá Jesusi. Og tá ið vit – sum syndarar –  ósvitaliga miseydnast í at vísa hansara heild, eiga vit eisini at vera menniskju, ið eru kvik at biðja um fyrigeving frá øðrum og Gudi, vitandi at okkara rættvísi bara er at finna í Kristi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina