Guðlaugur vitjar í Emmaus

Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur ársmøti í døgunum frá 23. til 25. september. Til ársmøtið í ár, sum verður í Emmaus í Klaksvík, verður vitjan úr Íslandi.

Tað verður Guðlaugur Gunnarsson, sum verður høvuðstalari á ársmøtinum, og hann fer at hava møtini um kvøldið umframt undirvísing leygardag. Guðlaugur hevur lisið gudfrøði, og saman við konu síni gjørdi hann trúboðaragerning í Etiopia frá 1983 til 1998. Í dag starvast hann hjá Landsbankanum í Íslandi og situr í stýrinum fyri Kristniboðssambandið, SÍK.

Fríggjakvøldið klokkan 20.00 hevur hann møti, har evnið er “Er kristin trúgv gamaldags og í stríð við nútímans vísindi?”

Leygardagurin byrjar við morgunmati og bíbliutíma klokkan 10.00, sum Silas hevur um evnið “Jesus í storminum”. Seinnapart hevur Guðlaugur tveir bíbliutímar. Tann fyrri er klokkan 14.00, og tá er evnið “Hví skal eg lesa í Bíbliuni”, og tann seinni er klokkan 16.00 við evninum “Hví skal eg biðja og hvussu?”.

Leygarkvøldið klokkan 20.00 hevur hann møti við evninum “Hvat hendir, um Guds orð verður ein partur av mínum gerandisdegi?”, og sunnukvøldið klokkan 18.00 talar hann um evnið “Hví havi eg tørv á felagsskapi?”.