Guds ætlan við sex – nýggj bókarøð til børn og ung

Ein bókarøð er júst útkomin, ið eitur “Guds ætlan við sex”/á donskum “Guds design for sex”. Bøkurnar eru upprunaliga skrivaðar á enskum. Bøkurnar venda sær serliga til foreldrini, tí rithøvundarnir, Stan og Brenna Jones trúgva, at Guds ætlan er, at kristin foreldur eiga at vera tey fyrstu og fremstu, ið upplæra børn síni um sexualitetin.

Forlagið Leirkerið, Føroyskar fríkirkjur og Heimamissiónsforlagið eru saman við danska forlagnum Scandinavia útgevarar í Føroyum. Forlagið Scandinavia er einsamalt útgevari í Danmark.

Bókarøðin hevur fýra bøkur til børn/ung í aldrinum 4-6, 6-9, 9-12 og 12-16 ár; eisini er ein foreldrabók í bókarøðini. Tríggjar tær fyrstu bøkurnar eru týddar til føroyskt; fjórða bókin og foreldrabókin verða nýttar á donskum í Føroyum. Somuleiðis er møguligt at keypa fjórðu bókina til tey 12-16 ára gomlu á enskum í Føroyum.

Bøkurnar eru skrivaðar av fakfólki í sálarfrøði og byggja á bíbilska læru um hjúnalag, familju og samlív. Tvær av bókunum eru skrivaðar sum ein samtala millum tvey børn og foreldur teirra. Høvuðsendamálið við øllum bókunum er júst at skapa góðar samtalur millum foreldur og børn teirra um kynslív. Sera týdningarmikið er tí, at foreldrini lesa foreldrabókina fyrst fyri at fáa íblástur til at hava slíkar samrøður við børnini, og síðan eru tey klár at lesa barna- og ungdómsbøkurnar saman við børnunum.

LES EISINI  Hvør menniskjafatan vinnur?

Bøkurnar eru hesar:

1: Søgan um meg (4-6 ár) / 50 kr.
2: Áðrenn eg varð til (6-9 ár) / 50 kr.
3: Hví so umráðandi? (9-12 ár) / 120 kr.
4: Ansigt til ansigt med kendsgerningerne (12-16 ár) / 130 kr.
4. Facing the facts (12-16 ár) / 130 kr
5: Hvordan og hvornår fortæller du dine børn om sex / 160 kr. (foreldrabók)

Omanfyri nevndu bøkur fara at fáast í ymsum bókahandlum og liggja longu nú klárar í bókahandlinum Logos í Havn, hjá forlagnum Leirkerinum (leirkerid.fo) og hjá Heimamissiónsforlagnum (keyp.mission.fo). Allar bøkurnar fáast á donskum á www.scandinavia.as og á enskum á www.navpress.com.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina