Guds telefonnummar

Kennir tú Guds telefonnummar? Brúkar tú tað? Tað er atkomiligt fyri øll. Tað kostar einki.

Guds telefonnummar er Jeremia 33,3: “Kalla á meg, og eg man svara tær og kunngera tær miklar og loyndar lutir, sum tú ikki kennir.” Hetta eru orð Harrans til ein mann í fongsli. Guds telefonnummar er eisini opið í okkara fongsli: í aldurdómsins fongsli, í einsemis fongsli, í tí fongslinum, tað er, at koma til ein nýggjan bý ella á eitt nýtt arbeiðspláss. Hetta var aðru ferð, at Gud bjóðaði Jeremia hesa tænastu, um hann skuldi gloymt tað ella hevði ov nógv um at verða ella var bangin.

Kalla á meg

Tað er tað dýrabarasta av øllum framíhjárættindum. Hvar sum helst, tú ert staddur, kanst tú kalla á Harran, hvat sum helst kanst tú biðja hann um, ikki bara í orðum, men sum eitt neyðarkall, eitt kall úr hjartanum, kanst tú rópa á hann. Tað eru ikki ósvaraðar bønir, sum plága okkum, tað eru tær óbidnu bønirnar. “Tit hava ikki, av tí at tit biðja ikki; tit biðja og fáa ikki, av tí at tit biðja illa” (Ják 4,2-3).

Eg vil svara tær

Gud okkara er tann bønhoyrandi og bønsvarandi Gud. Gud handfer okkum ikki órímiliga. Hann vil ikki eggja okkum við einum lyfti, hann ikki ætlar sær at halda. Tað er hansara lyndi at lurta eftir børnum sínum. Hann elskar at svara teimum. Svarini kunnu tykjast at vera seinkað eftir okkara tíðarrokning – tey kunnu koma á ein annan hátt, enn vit hugsa; men vænta tær svar. Guds lyfti eru sonn.

Miklar og loyndar lutir

Loysnin verður fullkomilig, sigurin positivur – Gud ger alt væl. Gud vil vísa tær stórar og loyndar lutir – lutir serliga fyri teg. Gud vil vísa tær lutir, sum gera teg ovfarnan. Tað eru Guds “yvirraskilsir”, sum gera lívið spennandi. Gud vil vísa tær loyndar lutir – bert fyri teg. Gud vil vísa tær lutir, sum ikki fæst hendur á, lutir tú ikki kundi fingið uttan frá honum.
Her er tað, Guds telefonnummar – Jeremia 33,3.

 

“Kirkeklokken”.

E. Campbell umsetti. Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 2/2015