Sangvitni flutt heim- Gullaki Hansen til minnis

21. november hevði Poul Jóhan Djurhuus hesi minningarorð um Gullak Hansen, trúboðara, í Kristiligu tíðindasendingini á R7.

Týsdagin 16. oktober frættust deyðsboðini av heimamissiónstrúboðanum Gullaki Hansen í Tjørnuvík. Gullak var 71 ára gamal, nú hann andaðist. Hann var ættaður úr Kollafirði. Hann var giftur við Jónhildu, bóndadóttur í Tjørnuvík. Tey fingu døturnar Anju, Eileen og Maluna. Malan doyði bert 3½ ára gomul av einum hjartafeili.

Gullak og Jónhilda upplivdu eitt radikalt umvendilsi fyri 19 árum síðani, sum fullkomiliga broytti teirra lív og somuleiðis familjuna. Frammanundan var lívið og gerandisdagurin alt annað enn í tí andaliga og kristiliga umhvørvinum. Alkoholið gjørdi sína innrás í familjuna og var um at sindra alt sundur.

Men so hendi nakað fyri 19 árum síðani, tá bæði Jónhilda og Gullak komu til persónliga trúgv á Jesus og góvu sítt lív yvir til hann. Familjan kúvendi 180 gradir. Gullak og Jónhilda fóru at vitna og syngja um frelsuna í Jesusi, og tað var skjótt, at missiónshúsini um alt landið sendu boð eftir teimum, og at hjúnini í gomlu og hugnaligu bóndahúsunum í Tjørnuvík gjørdust landskend fyri sína gleði í sangi og vitnisburði, og tey vóru seinni sett sum frítíðartrúboðarar innan føroysku Heimamissiónina.

Gullak hevði nomið sær skiparaprógv, men kortini hevur hansara borgarliga arbeiði fyri tað nógva verið sum maskinførari, har hann arbeiddi nøkur ár hjá felagnum M. T. Højgaard.

Tá Jónhilda og Gullak høvdu virkað sum frítíðartrúboðarar í fýra ár, í tíðarskeiðinum 2007 til 2011, fekk Gullak kallið at virka sum heiltíðartrúboðari. Í tíðarskeiðinum 2011 til 2017 virkaði Gullak sum heiltíðartrúboðari innan Kirkjuligu Heimamissiónina við Streymoynni sum høvuðsøki; men smáu bygdirnar hava altið ligið Gullaki og Jónhildu serliga á hjarta, og tí varð avtalað gjørd, at tey skuldu nýta ein triðing av tíðini í útjaðaranum í Norðurstreymoy.

Sum heiltíðartrúboði virkaði Gullak bæði út frá Meinigheitshúsinum í Havn og missiónshúsinum í Hvalvík, men øll hesi árini búðu hann og Jónhilda í Tjørnuvík, sum eisini var ein partur av teirra virkisøki.

Gullakur varð settur í starv sum trúboði hjá Kirkjuligu Heimamissiónini 1. august 2011, og á heysti sama ár byrjar hann sum lesandi á føroyska Lærusveinaskúlanum PODAS.

Gullak fekk 6 ár sum løntur trúboði innan Heimamissiónina. Tá hann hevði rundað tey sjeyti, fór hann úr løntum starvi, saman við øðrum trúboðum innan missiónina, og flaggdagin 25 apríl 2017 varð bjóðað til móttøkusamkomu í Leguhúsinum í Nesvík, har væl av fólki var komið at takka Gullaki og starvsfeløgum hansara fyri trúgva tænastu.

Fyri Gullak bleiv tað ikki so langt áramál, tí ikki so langt eftir hetta varð krabbameinið staðfest hjá Gullaki, og týsdagin 16. oktober setti hann guitarin fyri seinastu ferð, og røddin tagnaði, sum annars hevði vitnað og sungið so væl síðani lukkuliga lagnudagin í gravmaskinuni millum fjøllini, tá Harrin kom inn í hansara lív.

 

Kristiliga tíðindasendingin lýsir Guds signing yvir minnið eftir trúboðaran Gullak Hansen.