Handan skermin

Nú Stórmøtini verða stroymað á netinum, er nógv tøkni, ið skal rigga. Tað er sera spennandi at avprøva hendan mátan at hava møtir, og nógv gongur fyri seg handan filmstólini. Myndirnar skulu síggjast og ljóðið skal hoyrast, og til fyrsta møtið komu vit tíverri út fyri, at ljóðið fór. Teknikkarar fóru í sving og ikki gingu meir enn nakrir minuttir, so koyrdi alt aftur.

Tekniskir trupulleikar gjørdu eisini, at ársmøtið ikki kláraði at byrja til tíðina, men sum heild eru fyriskiparar sera væl nøgdir.

Fólkini handan skermarnar hava arbeitt hart og nógv tær seinastu vikurnar, og sita tey nú spent og gera tað síðsta klárt til síðsta møtið á hesum sinni.

LES EISINI  Beinleðis av Skála
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina