Hann skal verða frelstur

“Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; og tað skal verða hungur og drepsótt og landskjálvti víða hvar. Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir. Tá skulu tey koma tykkum í neyð og trongd og drepa tykkum, og tit skulu verða hataðir av øllum fólkasløgum fyri navns míns skuld. Og tá skulu mangir fáa meinboga, og hvør skal svíkja annan, og hvør skal hata annan. Og mangir svikaprofetar skulu koma upp og villleiða mong: og av tí at lógloysið økist, skal kærleikin kólna hjá teimum flestu. Men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma” (Matt 24,7-14)
Eitt Gullkorn frá Jóhan Sørin Berg.

LES EISINI  Hvussu veit eg, at eg eri frelstur?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina