Hans-Ole Bækgaard: Hvat fer at henda? – Arbeiði Heilaga Andans í okkum og í allari kirkjuni
Á hvítusunnu 2022 hevði Meinigheitshúsið í Havn vitjan av Cand. Teol. Hans-Ole Bækgaard, ið er formaður fyri Indre Mission í Danmark. Gjøgnum fýra møtir setti Hans-Ole Bækgaard sjóneykuna á Heilaga Andan, og gerning hansara í okkum sum einstaklingar og sum kirkja.
Í sínum fýra fyrilestrum lutar Hans-Ole Bækgaard út av síni stóru vitan í læru Bíbliunnar, og høvið verður givið at hugsa gjølla um evnið. Vit trúgva, hetta er eitt sera viðkomandi og týdningarmikið evni, sum mong okkara hava tørv á at skilja betri.
Tí fara vit frá í dag av og komandi tríggjar mikudagarnar at almannakunngera ljóðupptøkurnar. Vit vóna, tær gerast tær og tínum kristna felagsskapi til stóra signing. Evnið í fyrsta fyrilestrinum, sum til ber at hoyra í dag, er: Hvat fer at henda? – Arbeiði Heilaga Andans í okkum og í allari kirkjuni.