Har tvey ella trý koma saman

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Síðan eg gjørdist vaksin, havi eg verið virkin innan ymiskt missiónsarbeiði. Eg havi verið í ungdómsnevnd, juniorarbeiði, sunnudagskúlaarbeiði, stýrisarbeiði, barnakóri og bíbilbólki. Hetta hevur verið spennandi arbeiði, har nógvar ríkar løtur hava verið. Eg havi møtt óteljandi børnum og ungum, ið hava lært meg eina rúgvu. – Og vónandi havi eg verið við til at geva teimum nakað við á lívsleiðini. Men hetta hevur ikki altíð verið lætt!

Fleiri staðni í landinum er andligt barna- og ungdómsvirksemi ígongd. Og í fleiri av teimum støðunum er ein stórur skari regluliga savnaður til vikuligu tiltøkini. Hetta er bara at gleðast um! Men tað er ikki allastaðni, at tílíkt arbeiði fær ordiliga gongd á. Á nøkrum støðum hevur verið t.d. ungdóms- ella juniorarbeiði, sum so er dottið burtur aftur. Hetta kanska tí, at ikki eru nóg nógvar kreftir at taka sær av tí. Kanska tí at fólk eru flutt. Ella bara tí at ov fá børn ella ung møta upp til tiltøkini. Eg havi mangan prátað við fólk, ið harmast um, at einki tílíkt arbeiði er á teirra stað av júst hesum orsøkum.

Eitt barna- og ungdómsarbeiði er tað mest grundleggjandi fyri at verja okkara ungu móti djevulsins álopum seinni í teirra ungdómslívi, tá tey eru mest sárbar og útsett fyri freistingum, tá heimurin hevur so nógv at bjóða. Ein hópur av børnum ganga í sunnudagsskúla hvønn sunnudag. Men fyrr ella seinni gerast tey ov vaksin til tað. Og tá er týdningarmikið at lofta teimum í einum juniorarbeiði, sum víðari kann leiða tey inn í ein ungdómshóp á sama stað. Gloppið millum sunnudagsskúla og ungdómsvirksemi kann vera drúgt. Tilboðini eru nógv av øllum slagi, so um vandi ikki skal vera fyri at missa okkara stóru børn, mugu vit vera klár við einum andligum tilboði, sum kann stimbra tey víðari í teirra barnatrúgv ávegis vaksnamannatrúnna. Har muga vera brúgvar, tey kunnu krossa á síni andaligu lívsleið, um vit vilja varveita tey.

Tey, sum hava fingist við tílíkt arbeiði, vita, at til tíðir kann tað vera ein bardagi at finna røttu tíðina at hava eitthvørt ungdómsarbeiði. Nógv børn ganga til okkurt frítíðarvirksemi – enntá fleiri,  og tá tey hava bundið seg til tað, so eru so fáar løtur eftir í álmanakkanum til tað andliga. Soleiðis tykist tað í øllum førum mangan. Tá tú stendur í einum kristiligum arbeiði, kennist tað ofta sum um , at tað andliga verður sett seinast í raðfestingini.

Hetta fær mangan okkara mótloysi fram, men lat ikki tað fáa fastatøkur.  Vilja vit leiða okkara børn og ungdóm víðari í andliga lívinum, so muga vit líta uppeftir og seta eitt tíðspunkt í vikuni. Vit kunnu ongantíð rokna við at fáa øll við, men vit kunnu heldur ikki laga okkum eftir øllum øðrum, tí so verður einki arbeiði. Lat okkum heldur fáa eitt arbeiði stáplað upp á beinini og gera tað gott fyri tey, sum koma. Liggur tað í Guds hondum, so skal hann nokk syrgja fyri restini. Hann hevur sjálvur sagt, at har sum tvey ella trý koma saman, har skal hann sjálvur vera mitt ímillum!

Jütta Reynslág, Argir