Harmonikuvinir: Søguna sig mær um Jesus

Í dag vilja vit leggja fram tann síðsta av samanlagt 14 sangum, vit tóku upp síðsta ár við Harmonikuvinum.

Dagsins sangur, Søguna sig mær um Jesus, er skrivaður av Fanny Crosby. Tekstir hennara hava í ættarlið eftir ættarlið verið til stóra signing fyri milliónatal av menniskjum kring allan knøttin. Men handan signingina, vit fáa lut í, tá vit lurta eftir og taka undir við hennara sangum, liggur goymd ein syndarlig lagnusøga.

Fanny Crosby var bert seks vikur gomul, tá hon fekk bruna í eyguni. Foreldur hennara fingu ikki samband við læknan hjá familjuni, og tí varð sent boð eftir einum øðrum lækna. Hesin læknin smurdi hita-sinnop í eyguni á pinkubarninum. Hetta elvdi til álvarslig brunasár í eyguni á Fanny, og hon gjørdist varandi blind av hesi viðgerð frá somu løtu.

Fanny kendi seg aldri beiska av hesum, men vaks heldur til eina unga kvinnu, ið “sá” Guds fingur í øllum viðurskiftum, ið lívið bjóðaði henni. Hóast hon var likamliga blind hevði Fanny kortini eina sera hvassa og vakna andaliga sjón. Hetta kom til sjóndar gjøgnum hennara meira enn 9.000 sálmar. Kærleiki hennara til Guds og ídni hennara at luta við onnur, tað sum Kristus hevði gjørt fyri tey, kom at broyta menniskju um allan heimin.

LES EISINI  Er Jesus nær, tá mín sál er sjúk

Gud gav Fanny gávur at seta orð á, hvat hjarta hennara tráaði eftir. Hon gav Gudi allan heiðurin fyri, hvat hon var før at gera í navni hansara. Onkusvegna eydnaðist henni at lata hjarta sítt upp og síggja tað, síggjandi menniskju ofta ikki dugdu at síggja.

Vit hava savnað allar 14 sangirnar við Harmonikuvinum á ein playliste á YouTube. Hendan sært tú her:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina