Háskúlin: Ert tú okkara komandi skúlaleiðari?

Ert tú okkara komandi skúlaleiðari? Nú er klárt at søkja eftir skúlaleiðara, sum kemur at arbeiða fulla tíð í nýggja Háskúlanum í Nesvík. Pláss er fyri 24 næmingum í spildurnýggjum hølum. Ætlanin er, at skúlaleiðarin byrjar 1. apríl 2022 ella sambært avtalu.

Vit vænta, at tú:

  • Vilt byggja upp og hevur dirvi at ganga á odda fyri háskúlanum.
  • Í tøttum samstarvi við háskúlastýrið, vilt leggja skúlans innihald og bygna til rættis.
  • Hevur førleikar at seta og leiða starvsfólkahópin eins og tey sjálvbodnu.
  • Kanst arbeiða skiftandi tíðir, dag, kvøld og vikuskifti.
  • Hevur áhuga í læring og førleikar at undirvísa.
  • Dugir væl við fólki, hevur royndir at samstarva og at samskifta.
  • Vilt vera ein fyrimynd.

    Av tí, at hetta er ein spildurnýggj verkætlan, er arbeiðið fyrstu mánaðirnar merkt av tøttum
    samskifti við Háskúlastýrið. Sum skúlaleiðari, kemur tú at samskipa og leiða háskúlan eins væl
    og gera hann kendan allar staðir.

    Vit bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi starv og vilja stuðla tær við førleikamenning.
    Ynskiligt er, at tú hevur hóskiligt prógv frá lærustovni.
    Lønin er sambært sáttmála við Uttanríkis- og mentamálaráðið.
    Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast til:
    Formannin fyri Háskúlastýrið: Bergur Debes Joensen á bergur@kirkjan.fo.

    Umsóknarfreistin er 28. mars 2022. Starvið verður sett, tá ið rætti persónurin er funnin.
    Stýrið fyri Háskúlin í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina