Hava tað gott, men koronan darvar nógv

-Vit hava tað gott og trívast væl her á Ørkini, men koronan darvar øðiliga nógv. Tað eru nærum eingir gestir, og so er tað bæði trupult at bjóða fólki inn og at fara út at vitja fólk ella til samkomur. Teir flestu koronutilburðirnir í Íslandi eru her á Reykjavíkarleiðini, so vit mugu vísa størsta varsemi. Koronustøðan er tíverri nógv versnað í Íslandi síðani august. Tá mest vóru smittað, vóru tað 290 fyri hvørji hundrað túsund fólk. Nú gongur betri, tí nú eru vit komin niður á 230 fyri hvørji hundrað túsund.- Tað sigur Barbara Hannudóttir Jensen, leiðari á føroyska sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík.

Karantenuhotel

-Atlantic flýgur ikki til Íslands fyri tíðina, og ferðandi úr øllum londum skulu í sóttarhald, um tey koma til Íslands; so tað sigur seg sjálvt, at ferðafólkini halda seg burtur. Nakrir gestir hava gist á Ørkini í sóttarhaldi. Ørkin er eisini skrásett sum „karantenuhotel“ so møguligt er at verða í sóttarhaldi, og fyri at tað skal bera til, eru eisini ávísar ásetingar frá myndugleikunum, sum vit skulu fylgja,- sigur hon.

LES EISINI  Sangløta á Ørkini sunnudagin

Tað er róligt á Ørkini, og tí gleða vit okkum til meira lív kemur í húsið við gestum, vitjandi og fleiri starvsfólkum. Síðan 1. september hava vit bara verið tvey starvsfólk. Vit hava gott mót, og vónandi fær koronan ein enda skjótt, men nær?
Støðan við koronuni, er eisini hørð við fíggjarligu støðuna hjá Ørkini. Tí vóna og biðja vit eftir, at koronan fær ein enda og gongd fer aftur á samfelagið og á Ørkina. Føroyingar, eins og onnur eru vælkomnir á Ørkina, men sum sagt, so mugu vit vísa virðing og varsemi, sum støðan er,- sigur hon.

Kirkjur og samkomuhús stongd

-Vit hava eingi føroysk møtir, sum støðan er. Allar kirkjur, samkomuhús, svimjihallir og onnur felagshús eru stongd. Tá vit skulu gera ørindir í býnum, bera vit munnbind, tí tað er krav frá myndugleikunum. Eisini er avmarkað, hvussu nógv sleppa inn í handlar. Tað verður talt við dyrnar. Tá talið er komið til tað, ásetingarnar siga, ja, so má ein bíða uttanfyri til fleiri eru komin út. Sum støðan er í løtuni, so eru vit nógv á matrikklinum,- sigur Barbara Hannudóttir Jensen at enda.

LES EISINI  Ørkin skal hava nýggjan leiðara

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina