Heilagi Andin

Tann triðstørsta hátíðin, sum vit kristnu hátíðarhalda, er hvítusunna. Hon er hátíðin, sum sigur frá, at Heilagi Andin er komin.

Les Ápostlasøguna 2. kapittul í tínari Bíbliu. Gev gætur broytingina, sum hendi, tá ið Heilagi Andin fylti hjørtu lærusveinanna.

Mong kristin stríðast við at skilja hetta við hvítusunnu. Lættari er við hinum hátíðunum. Jólini halda vit, tí Jesus varð føddur. Guds Sonur gjørdist menniskja. Páskir halda vit til minnis um Jesu deyða. Hann tók okkara revsing á seg og opnaði eitt stongt himmalportur. Men hvítusunna, hvør er hon?

Latið okkum royna at geva nøkur svar:

Heilagi Andin er komin.

“Og tá ið nú hvítusunnudagurin var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði. Og tá kom brádliga eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; og teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla” (Áps 2).

LES EISINI  Tvær náttúrur

Heilagi Andin er komin. Hvítusunnan er ein veruleiki!

Hvítusunna er ein hátíð, sum tú eigur at takka fyri, ikki ein, sum tú skalt biðja um.

Eingin okkara biður um jól av nýggjum. Jesus er føddur! Eingin okkara biður um páskir av nýggjum. Jesus er deyður og upprisin! Eingin okkara skal biðja um hvítusunnu av nýggjum. Heilagi Andin er komin! Í staðin eiga vit at liva í tí veruleika, sum jól, páskir og hvítusunna eru. At hesar hátíðir fáa rættan týdning í okkara gerandislívi.

Heilagi Andin er ein persónur.

Tað er lætt at hugsa um Heilaga Andan sum eina gátuføra, ópersónliga kraft. Ein vindur, sum blæsur hagar, hann vil. Ein Andi, sum fer avstað úr einum staði í annan.

Soleiðis hugsar Bíblian ikki: Heilagi Andin er ein persónur!

Gud er tín Faðir, Jesus er tín bróðir, og Heilagi Andin tín vegleiðari og hjálpari.

–Tá ið Hann kemur…, sigur Jesus um Heilaga Andan. Síðan heldur hann fram at tala um, at Heilagi Andin skal sannføra og vegleiða okkum. Og dýrdargera Jesus (Jóh 16,5-15).

LES EISINI  Jesus og Barabbas

Ein kristin sleppur at liva í samfelagi við Heilaga Andan. Hann sleppur at ferðast í Andanum, biðja í Heilaga Andanum og kann geva Heilaga Andanum sorg. Heilagi Andin er ein persónur.

Øll kristin hava Heilaga Andan.

Hvør hevur Heilaga Andan? Svar: Øll trúgvandi! “Men hevur einhvør ikki anda Krists, tá hoyrir hann ikki honum til” (Róm 8,9).

Tí verður Heilagi Andin kallaður “barnakorsins Andi”. “Men av tí at tit eru synir, tá hevur Gud sent anda sonar síns í hjørtu okkara, sum rópar: “Abba, faðir!” (Gal 4,6)

Hetta er størri signing, enn vit mangan geva okkum far um.

Gud sjálvur býr í okkum! Við Heilaga Andanum. Hvør ein ríkdómur, og hvørjir møguleikar!

 

Til umhugsanar…

Les Efesusbrævið ígjøgnum.
Gev gætur eftir teimum støðum, har Heilagi Andin er umrøddur.
Hvat lærir tú her um Heilaga Andans persón og gerning?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina