Heimamissiónin á ferð: Hetta gevur styrki og kraft til at halda áfram

Soleiðis sigur Jørgen F. Andreasen, frítíðartrúboðari, eftir eitt væleydnað vikuskifti á sandoynni. Hetta vóru fyrstu kampanjumøtini við Heimamissónini á ferð.

Og Jørgen er væl nøgdur við fyrsta túrin.

– Vit blivu so sera væl móttikin tá vit komu suður Fríggjakvøldið. Fyrsta møti var fríggjakvøldi, har Ólavur Jacobsen trúboðari talaði og Fríðbjørg Jensen sang.

Orsaka av koronu, so var tað avmarka til 50-60 fólk, sum kundu koma inn á møti, og var tað gleðiligt at vit longu hetta kvøldið nærkaðust fullum húsi, sigur ein væl nøgdur Jørgen.

Leygardagin var farið á vitjan á teimum trimum eldrasambýlunum og einum umlætingarheimi á oynni. Har varð sungið saman og eisini var andakt.

Um kvøldið var aftur møti, har Peter Jørgensen hevði ein vitnisburð um hvussu Jesus hevði broytt hansara lív og persón. Og aftur hesaferð var fult hús.

Sunnumorgunin var kirkjugongd í Dali við altargangi, sum Havstein Klein, prestur, hevði. Kl 15 var familjumøti á skránni, har møguleiki var at lata eskjur til Christmas Child, har Jørgen Andreasen frítíðartrúboðari hevði eitt orð og Beinta Tummasardóttir Klein hevði eina søgu.

– Tað var gott at síggja, at vit aftur kundu fylla húsið við glaðum børnum og foreldrum.

Sunnukvøldið var møti við Jørgen F. Andreasen.

LES EISINI  Fráfaringarløta fyri Øssuri

– Til øll tiltøkini høvdu vit sera dugnalig fólk sum spældu undir til felagssangin. Leygarkvøldið og sunnukvøldið sungu fýra kvinnur til møtini og hetta var sera gott, greiður Jørgen frá.

– So tað má sigast at Guð veruliga hevði lagt lunnar undir eitt sera gott vikuskiftið og gevur hetta styrki og kraft til at halda áfram við tiltakinum, og vænta vit at hava næsta vikuskifti við ”Heimamissiónini á ferð” 8-10 Januar. Meir verður at hoyra um hetta seinni, sigur Jørgen F. Andreasen at enda.