Heimamissiónin gjørt avtalu við Spekt um fíggjarleiðarauppgávurnar
Fyrr í ár søkti Kirkjuliga Heimamissiónin eftir fíggjarleiðara, aftaná at Ata Jacobsen segði seg úr starvi eftir átta ár í starvinum. Ein umsøkjari var til starvið, men tók síðani umsóknina aftur.
Hesar mánaðirnar hevur Ata verið so beinasom at røkja uppgávunar, meðan bíðað hevur verið eftir eini nøktandi loysn. Nú verður avtala gjørd við grannskoðaravirkið Spekt um at røkja tær týdningarmestu fíggjarleiðarauppgávurnar.