Heimamissiónin søkir eftir volontørum til komandi skúlaár

Komandi skúlaár tørvar okkum tveir volontørar. Okkum tørvar ein volontør innan barnaøkið og ein á Trúboðanum. Volontørar eru ofta ung fólk, sum velja at brúka eitt ár í fulltíðartænastu í Guds ríkis arbeiði.

Sum heitið sipar til, so er talan um sjálvboðið arbeiði. Volontørurin fær tó eina samsýning á 6000 kr. um mánaðin til lívsins uppihald og eitt sindur av lummapengum. Felags fyri bæði størvini er, at tú hevur stóra ávirkan á tín gerandisdag. Tí vænta vit, at tú hevur evni til at arbeiða sjálvstøðugt.

Volontørur á Trúboðanum

Hevur tú eitt miðlafólk í búkinum? Og hevur tú góðar málsligar førleikar, so er tað kanska tær vit leita eftir til nýggjan volontør á Trúboðanum.

Trúboðin er ein netmiðil, sum hvønn dag røkkur út til fleiri túsund føroyingar. Heimasíðan trubodin.fo er bulurin í arbeiðnum, men Trúboðin er eisini á Facebook, Instagram, Youtube og Spotify.

Á Trúboðanum verður arbeitt við skrivligum tilfari, video, ljóði og stuttum upptøkum á sosialu miðlunum. Ein av uppgávunum er at umseta tekstir úr donskum til føroyskt. So vóna vit eisini, at tú kanst vera eitt bindilið ímillum Trúboðan og Heimamissións ungdóm. Hvat annað spennandi tú kanst arbeiða við velst um tínar førleikar og tíni áhugamál.

Volontør innan barna- og familjuøkið

Barna- og familjuøkið hjá Heimamissiónini er eitt stórt og spennandi øki. Hevur tú eitt hjarta fyri børnunum og familjum? So er hetta ein fantastiskur møguleiki hjá tær!

Sum volontørur innan barna- og familjuarbeiðið, so ert tú í tøttum samstarvi við ráðgevan innan barna- og familjuøkið hjá Heimamissiónini. Tú ert við til at menna arbeiðið á økinum, m.a. við at skipa fyri legum, tiltøkum o.ø. fyri børn og familjur. Endamálið við virkseminum er at boða boðskapin um Jesus sum besta vin barnanna.

Sum volontørur sleppur tú at menna teg innan fleiri ymisk øki. Partur av starvinum er at vera við til økisfundir og aðrar fundir, umframt at arbeiða við framtíðar ætlanum. Tú sleppur eisini at arbeiða sjálvstøðugt.

Møguleikarnir eru nógvir, og tað er einans títt hugflog, sum setur avmarkingarnar.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi størvunum, so ert tú vælkomin at venda tær til:
Andrias Magnussen, aðalskrivara
andrias@mission.fo
Tlf: 230070