Heimamissiónsskrivstovan stongd í tríggjar vikur

Vegna summarfrítíð verður landsskrivstovan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini stongd í tríggjar vikur í summar: Frá mánadegnum 22. juli til og við fríggjadagin 9. august. Skrivstovan heldur til í norðara enda av Leguhúsinum í Nesvík. Opið verður aftur sum vant mánamorgunin 12. august klokkan 9.00.

Tey, ið skulu hava fatur á teimum, ið eru á legu í Leguhúsinum, skulu til eina og hvørja tíð seta seg í samband við høvuðsleiðaran fyri viðkomandi legu.