Her glaður eg ferðist – umaftur

Magni Christiansen leitar aftur á gamlar leiðir, tá hann nú endurútgevur fløguna ”Her glaður eg ferðist”, sum hann gav út í 1999. Á fløguni eru eisini 4 nýggir sangir.

Fyrst í februar fer hann á eina konsertferð, og hann vónar at koma út í allar kirkjur í Føroyum. Magni hevur gjørt 100 talmerktar LP plátur, sum er spennandi hjá samlarum. Í filmsbrotinum greiðir Magni nærri frá.

Útgávukonsertir

Her glaður eg ferðist rundferðin í kirkjunum í Føroyum.

– Mikukvøldið 3. februar: Vestmanna kirkja
– Hóskvøldið 4. februar: Fríðrikskirkjan
– Mikukvøldið 10. februar: Kvívíkar kirkja
– Hóskvøldið 11. februar: Vesturkirkjan
– Leygarkvøldið 13. februar: Tvøroyrar kirkja
– Hóskvøldið 18. februar: Sjóvar kirkja
– Hóskvøldið 25. februar: Hoyvíkar kirkja
– Leygarkvøldið 27. februar: Skálavíkar kirkja

Allar konsertirnar byrja klokkan 20.00. Konsertirnar eru ókeypis.
Tilber at keypa fløguna fyri 100 krónur.

LES EISINI  Vælsignaður veri tann, ið kemur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina