Heri prestur vitjar sjómanskvinnuringar í annaðkvøld
Tá sjómanskvinnuringurin í Vestmanna kemur saman í Missiónshúsinum í Vestmanna týskvøldið 12. mars kl. 19, verður vitjan, bæði úr Vágum og úr Havn. Sjómanskvinnuringurin í Sandavági vitjar, og Heri Joensen, prestur, sigur frá ferð til St. Kilda.
Allar kvinnur eru vælkomnar, sigur Sjómanskvinnuringurin í Vestmanna.