Hevur Gud vrakað jødarnar?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í hesum rokanum, sum er íkomin um støðuna í Gaza, um palestinabúgvar, um jødar og – ikki minst – um antisemitismuna, sum hevur verið í bráðum vøkstri um okkara part av heiminum, havi eg hugsað nakrar tankar. Helst høvdu fleiri kunnað skrivað hetta greiðari enn eg. Eg eri ongin teologur, og nógv er skrivað um hetta upp ígjøgnum tíðirnar, men tað er ikki minst nú, meðan antisemittisku vindarnir blása yvir heimin, at vit mugu gera okkum greitt, hvør Guðs ætlan er. Um Guð hevur skift kós, broytt ætlan, ella um Guð stendur við sítt orð.

Jødiska fólkið varð av Guði útvalt við einum høvuðsendamáli: At Guð skuldi verða kendur um allan heimin og av øllum fólkasløgum. Útveljingin av Ábrahami sigur ikki so lítið: “Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á! Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.”

Gamla navna hansara var Ábram, sum merkir “høgt settur faðir”, meðan nýggja navn hansara, Ábraham merkir “faðir at nógvum fólkasløgum”. Tvs, at tað er tann høgt setti faðirin sum velur út ella sendir jødan, so at hann verður faðir at nógvum fólkasløgum – har ímillum okkum.

LES EISINI  Holocaust á tímatalvuna

Kristna kirkjan hevur minst tríggjar skeivar vinklar uppá jødiska fólkið:

  1. Tey leggja onki í útveljing Guðs. Tey halda ikki, at jødiska fólkið hevur nakra serstøðu í heiminum, og duga tí ikki at síggja nakran serligan týdning í lagnu Ísraels. Onki øðrvísi enn lagnan hjá øllum øðrum fólkasløgum. Men hevur Guð útvalt Ísrael við tí fyri eyga, at kunngera sítt navn og sína frelsuætlan og fulla ráð, eiga vit, sum kristin, at játta hesa útveljing í talu og verki og halda hana fram, so hon er sjónlig fyri øllum heiminum.

  2. Tað finnast kristin, sum hugsa, at kristna kirkjan hevur tikið plássið hjá Ísrael og jødiska fólkinum sum Guðs útvaldu. At jødarnir, tá teir vrakaðu Jesus, mistu sína útveljing, og harvið tók kristna kirkjan pláss teirra í ætlan Guðs. (Erstatningsteologiin) Men Guð angrar ikki útveljing sína, og hon er ikki treytað av trúfesti okkara, hvørki okkara kristnu ella Ísraels. Í so fall hevði staðið illa til hjá okkum kristnu mangan. Tí føll tróta ikki og útrúskapur trýtur ikki, hvørki hjá okkum ella teimum.

  3. Síðani eru tað tey, sum elska jødiska fólkið og statin Ísrael líka mikið hvat. Alt, sum jødar og jødiski staturin taka sær fyri er í teirra eygum rætt, og kann ikki verða funnist at, vegna útveljing teirra. Hetta kann leiða til, at vit niðurtóna tað neyðuga í, at vit alla tíðina boða Kristus, so jødar koma til trúgv á Hann, sum einastu vón til bjarging – frelsara heimsins.

    Í Róm 11, 1-2 sigur jødin Paulus: Eg sigi tí: Hevur Guð tá rikið fólk sítt burtur frá sær? Á ongum sinni! Tí at eg eri eisini Ísraels maður, av Ábrahams avkomi, av Benjamins ætt. Guð hevur ikki rikið fólk sítt frá sær, sum hann frammanundan kendi……

Og í ørindunum 28 og 29 í sama kapitli: Viðvíkjandi gleðiboðskapinum eru teir fíggindar fyri tykkara skuld; men viðvíkjandi útveljingini eru teir elskaðir fyri fedranna skuld; tí at Guð iðrar seg ikki um náðigávur sínar og kallan sína.

So jødarnir eru enn í dag Guðs útvalda fólk. Ikki tí, at teir eru betur enn onnur, feilafríari enn onnur, ella hava serligar førleikar til tað. Men tí at Guð velur út tann, sum hann vil.

LES EISINI  Kriggj Russlands í Ukraina fáa jødar at flýggja til Ísraels

Lat okkum biðja fyri jødunum, um frið í Jerusalem, og um, at Guð fær sín vilja við Ísrael og jødiska fólkinum, tí at tað er liður í stóru frelsuætlan Guðs: at allur heimurin skal hoyra og fáa boðað, at Guð hatar synd, men elskar syndarar. At hann gjørdi ein veg út, fyri hvønn tann, sum trýr – líka mikið húðarlit, fólkaslag og ættarbregði. Jesus Kristus og hann krossfestan!

Tí at so elskaði Guð heimin -allan heimin- at hann gav son sín…..

Harri!
Ver tú við okkum øllum í hesum truplu tíðum. Lat okkum, sum kristin, standa saman um evangeliið, Orð Títt og um útveljing jødanna. Vit biðja um frið í Jerusalem. Vit biðja um, at tú fært tín vilja við jødiska fólkinum, til fyridømi fyri allan heimin. Og um at jødiska fólkið skal síggja Messias sum frelsara sín.
Amen

Jógvan Steintún

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina