Hevur tú keypt Myndakalendaran 2022?
Hann kann keypast á Manna.fo fyri 89 kr. Ágóðin av søluni fer til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.
Tað er listamaðurin, Finleif Mortensen, sum hevur tikið myndirnar á hansara mongu fjallatúrum í føroysku náttúruni.
Sjúrður Poulsen og Hanus Kjøldbro hava lagt til rættis, týtt og rættlisið.
Kalendarin, ið á enskum hevur heitið “A view from the top”, er sera væl uppsettur við frágreiðingum til hvørja mynd á føroyskum og enskum. Eisini er við tekning á korti víst, hvussu ein skal ganga fyri at koma til staðið, sum er avmyndað.
Á baksíðuni eru nógvar hentar upplýsingar, millum annað hægstu fjøllini, størstu vøtnini og aðrar upplýsingar um landið sum heild.