Heystmøtir í Meinigheitshúsinum í Havn

Vikuskiftið 22. til 24. oktober verða vikuskiftismøtir í Meinigheitshúsinum í Havn. Jóannis Fonsdal, prestur, kemur á vitjan úr Danmark og talar á øllum møtunum.

Jóannis hevur seinastu árini verið prestur í Emdrup Kirke í Danmark. Hann hevur eisini javnan talað í Eliaskirkjuni fyri føroyingum í Keypmannahavn. Nú kemur hann so til Føroyar at hava eina áhugaverda røð av møtum og fyrilestrum.

Sí skránna fyri alt vikuskiftið her:

Fríggjadagin

Kl. 19.30 “Vón til menniskju í býnum – á Bíbliunnar tíð og í dag”

Jórun Pálsdóttir kemur at syngja

Leygardagin

Kl. 09.00 Morgunmatur fyri meinigheitina

Kl. 10.00 Bøn fyri býnum og teimum forfylgdu runt í heiminum

Kl. 10.30 “Vónin, tá ið trúgvin kostar mest”.

Hetta er ein fyrilestur um forfylging: “Umleið 10% av øllum kristnum í heiminum uppliva ítøkiliga og summi øðiliga forfylging vegna sína kristnu trúgv. Men, tá ið tú hittir tey, eru tey fylt av vón heldur enn vónloysi. Jóannis Fonsdal greiður frá forfylging av kristnum við støði í ferðum sínum í londum við harðari forfylging.”

LES EISINI  - Missiónsvikan í Havn røkkur ikki sínum endamáli longur, tí ganga vit nýggjar leiðir

Kl. 19.30 “Vón til býin gjøgnum orð og gerningar”

Sunnudagin

Kl. 17.30 “Vón til Tórshavn” okkara meinigheit er sett til at boða vón til menniskjuni!

Eftir møti verður nátturði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina