Hirðin kennir seyðir sínar – ella hvussu var tað nú, tað er?

Kristian Martin Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nógv húski hava seyð. Í mínum barnaheimi høvdu vit eisini seyð, vit hoyggjaðu, flettu, fylgdu við lembingini og gingu á fjall. Abbi mín hevði seyðin, tá eg var smádrongur, seinni hevur pápi mín havt seyð alla mína tíð. Í ár havi eg verið meira eitt sindur uppi í og gingið til handa.

Gleðin at koma út í náttúruna er stór, og eitt summarkvøld á bønum, tá lombini spæla og seinni, tá seyðurin er lagstur og heiðafuglurin syngur, kann ikki metast við nakra keypta frítíð á dýrum gistingarhúsi.

At kenna seyðin er ein fyritreyt, tá vit skulu røkta og fylgja við, men hirði eri eg ongin. Eg kendi ikki okkara seyð fyrst í árinum. Tá er ringt at vera hirði. Tó vóru góð ráð at heinta, tí ærnar kenna bilin – ikki mín, men tann gamla, svarta Berlingo-bilin hjá pápa mínum. Tí havi eg brúkt hansara bil, tá eg havi givið kraftfóður og hoyggj, tí tá koma tær til mín har úti á Leiti, sum er eitt staðarnavn á vestara landinum í Fuglafirði.

LES EISINI  Eg eygu míni hevji til fjallanna upp

Ærnar kenna ikki bara bilin, tær kenna ljóðið og koma stórleypandi, áðrenn bilurin stóðgar. Tær hava fasta mannagongd. Nakrar hoppa inn í bilin aftanfyri, og ein velur “at sita framman”, har hon fær kraftfóður og hoyggj í dúrkinum føraramegin. Eg práti við tær eina løtu, meðan tær eta, kíni teimum og gleðist um løtuna. Lembingin gekk væl, og nú kenni eg allar ærnar, og í summar gongur seyðurin frælsur í haganum.

Havi hugsað eitt sindur um hetta, at ærnar kendu meg, men eg kendi ikki tær. Hetta er tann øvugta hirðamyndin, tí vanliga kennir hirðin seyðir sínar. Jesus sigur: Eg eri hin góði hirin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg. Hjá mær gekk tað bara annan vegin, tí eg kendi ikki ærnar.

Tað fær meg at hugsa um okkara viðurskifti við Jesus. Kenna vit hann? Eg kendi ikki seyðin fyrst í árinum, og seyðurin kendi ikki meg. Men bilurin gjørdi, at ærnar komu tuskandi móti mær – hvørjaferð, tí tær vistu, at her var okkurt at fáa.

LES EISINI  Viðgongd ella mótgongd

Á sama hátt eiga vit at leita hagar, orðið um Jesus verður boðað, tí har er andlig føði til øll.

Kristian Martin

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina