Hjá mammu ella babba?

Jútta Gunnarsdóttir Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit blaða um eina síðu í arbeiðsbókini. Her skulu næmingarnir fylla sítt ættartræ út øðrumegin og hinumegin skulu teir tekna eina familjumynd. Ein spennandi og stuttlig uppgáva….. ella tað plagdi tað at vera. Ein næmingur peikar upp, og eg fari yvir til hansara: ”Eg veit ikki, um eg bara skal tekna meg og míni heilsystkin ella um eg skal tekna míni hálvsystkin við. Og hvussu so við gávusystkjunum? Altso um eg bara tekni míni heilsystkin, so eru vit 5 persónar á myndini, men um eg skal tekna øll ”systkini” og míni gávuforeldur eisini, so verða vit 13 á familjumyndini!” Næmingurin hyggur við stórum eygum uppá meg, í iva um, hvussu hann skal fara til verka.

Uppgávan við familjutrænum í skúlabókunum er ikki so einføld longur. Hon setir nógvar næmingar í eina tvístøðu! Børnini vilja gjarna vera trúgv – móti báðum foreldrum og øllum systkjum.

Eg hoyri næmingar siga, at teir hava ikki bókina við í skúla, tí í nátt hava tey sovið heima hjá babba, og bøkurnar liggja annars heima hjá mammu.

LES EISINI  At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Flest øll vilja hava eitt heim, har tey eru trygg og kenna seg heima í øllum lutum. Tá pør fara frá hvørjum øðrum, verður tann eini parturin ofta verandi í teirra fyrrverandi felags heimi, meðan hin parturin flytir í nýggjan bústað. Í øllum førum verða tvey ymisk støð hjá pørtunum. Í nýggja bústaðnum skapar man sær nýggjar, heimligar karmar, kanska ein nýggjur maki flytir inn og børn við. Tað fyrsta er tað, at mamma og babba nú ikki bæði eru hjá tær. Heldur ikki til føðingardagin, jólini og tá tú ert sjúkur.

Tey vaksnu hava sítt kamar, har øll teirra persónligu ting eru. Tey vita akkurát, hvar teirra lekkrastu buksur eru, bókin, sum er so spennandi til kvøldlesnað, teldan og annars alt, tey hava tørv á í gerandisdegnum. Hvønn dag kunnu tey fara inn í sítt kamar, lata hurðina aftur og vita, at hetta er mítt privata øki.

Barnið harafturímóti ferðast aftur og fram millum heimið hjá babba og mammu í ávísum intervallum. Tvey ymisk heim, tvey ymisk sovikømur, ymisk foreldur, ymiskar reglur og mátar at gera tingini uppá og kanska ymisk systkin at fyrihalda seg til. Í onkrum føri skal barnið so eisini deila kamar við onkran, sum tað annars ikki plagdi at gera. Tað eru ikki eiti á krøv, ið verða sett til barnið!

LES EISINI  Bíbliudagur: Bíblian og kynini.

Hugsa tær, um tað var tú, ið soleiðis skuldi umstilla teg til ein fullkomiliga broyttan gerandisdag. Hugsa tær, at tú aðru hvørja viku skuldi skifta millum tvey ymisk heim, púra ymisk viðurskifti og reglur. Skiftandi gestir til familjudøgurðarnar, føðingardagarnar og jólini! Kanska skuldi tú dragsa tíni klæði aftur og fram millum heimini, ella har er eitt klædnaskáp á hvørjum stað við ymiskum klæðum í. Men hvat nú, um mín yndisblusa nú ikki hongur í rætta skápinum, tá eg nú akkurát skuldi brúka hana til tað serliga høvið?

Eg havi hoyrt fólk siga, sum sum vaksin hava upplivað síni foreldur skiljast, at tað er størsta sorgin í teirra lívi, tí familjan fór í sor. Skilnaðurin gjørdist ikki bert millum foreldrini, men eisini millum restina av tí stóru familjuni. Alt sum æt høgtíðir, føðingardagar, ferðir o.a. broyttist.

Skapar hetta tryggar karmar um barnið? Er tað løgið, at so nógv børn og ung líða av angist og einsemi? Grundarlagið er rykt undan teimum. Og tey vilja ikki gera nakran av foreldrunum kedd. Tí ganga tey og bera allar møguligar tankar inni við seg sjálvan. Tey vaksnu geva sær ikki altíð far um hvørji krøv og hvørjar støður, vit seta eitt slíkt barn í.

LES EISINI  At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

“Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!” Matt. 25,40

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina