At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini
Tað hevur verið at hoyra, at vandi er fyri, at fleiri hjúnaskilnaðir verða, nú fólk mugu vera meira heima og vera meira saman. Tann óndi er grammur eftir at leypa á hjúnaløg, tí tað er lættari at fáa fólk at fella, tá tey eru um at koppa. Eitt gott hjúnalag har bæði børn og vaksin trívast og mennast í kristnu trúnni er størsta hóttanin hjá tí ónda. Tí ger hann alt fyri at oyðileggja hjúnaløg og familjur og hann brúkar hvønn tann einasta møguleika hann fær. Eisini í hesum tíðum. Tí er neyðugt hjá øllum pørum at hugsa um hjúnalagið og gera nakað eyka fyri at fáa gerandisdagin at ganga so væl sum gjørligt, nú børn og vaksin skulu vera í skúla, til arbeiðis og gera ymiskt hugnaligt saman í sama húsi í fleiri vikur. Tað krevur eyka umhugsni og eyka tol. Men frá Gudi hava vit fingið lyftið um, at “sum dagur tín, skal styrki tín vera”. Tí er fyrsta og besta ráðið til okkum øll, at vit venda okkum til Guds við øllum. Byrja og enda dagin saman við honum. Legg alt í hansara hendur. Bið hann um styrki og vísdóm til at koma ígjøgnum hesar løgnu vikur. Legg allar stúranir, ótta, iva og øði yvir á hann, tí hann er mentur at bera tað alt samalt.
Onnur góð ráð til hjún kunnu vera:
Biðið saman
At biðja og lesa í Bíbliuni saman skapar góðan felagsskap og gevur styrki til dagin og hjúnalagið.
Tosið saman
Setið tíð av til samskifti. Tá børnini eru heima allan dagin, kann dagurin kennast rokaligur og stressandi. Brúkið tíð saman, tá børnini sova. Tosið um tað, sum liggur tykkum á hjarta. Eisini um tað, sum tit eru ónøgd við. Minnist til, at ongin er lýtaleysur. Tí er tað ikki bara makin, sum hevur lýtir og ger feilir. Tað skulu tvey til at klandrast. Leggið tykkum tí eftir at lurta eftir hvørjum øðrum.
Gerið hugnalig ting saman
Bæði saman við børnunum og sjálvi. Gangið túrar. Spælið borðspøl. Hyggið at góðum filmum. Lurtið eftir góðum tónleiki. Lesið bøkur saman. Hugnið tykkum við einari romantiskari máltíð. Gerið ítróttarvenjingar saman. Flennið saman!
Brúkið einaløtur
Tað er strævið at vera saman við somu fólkum alla tíðina. Eisini við teimum, sum man elskar. Øll hava brúk fyri tíð fyri seg sjálvan. Setið tí tíð av til einaløtur. Gevið hvørjum øðrum fríløtur. Farið túrar einsamøll. Tak børnini við ein langan túr, so makin fær frið heima eina løtu. Gerið avtalur um, at tá til dømis hurðin á skrivstovuni, kamarinum ella stovuni er aftur, so merkir tað, at tann, sum er inni har, hevur brúk fyri friði.
Tosið við onnur umvegis til dømis netið
Raðfestið at tosa við tey, sum tit nú ikki kunnu vitja, so tit ikki bara tosa við hvønn annan alla tíðina. Tosið við skermmynd, so tað kennist meira sum eru tit saman.
Gerið avtalur
Gerið avtalur, um hvør arbeiðir nær, hvør ger skúlatingini við børnunum, hvør ger mat, hvør keypir inn, hvør vaskar klæðir og so framvegis. Og nær tað skal gerast. Onki er so ringt, sum at illneitast inn á, at tú følir tað sum um, at tú gert alt. Tosið um tingini!
Gleðið hvønn annan
Gevið hvørjum øðrum gávur, sendið fitt sms, skrivið eitt kærleiksbræv, gerið hvørjum øðrum onkra tænastu. Hugsa ikki fyrst og fremst um teg sjálvan, men um makan.
Nertið við hvønn annan
Vermið hvønn annan, tá tit hava verið langan túr í kuldanum. Ikki bara við orðum, men við heilt konkret at nerta við hvønn annan. Kyssið, klemmið og leggið upp til sex. Raðfestið nærleika, samveru og kropsligt samband.
Hugsið ikki neiligt um tykkara hjúnalag
Øll hava avbjóðingar í hjúnalagnum. Størri viðhvørt og minni viðhvørt. Tað er als ikki løgið og ónormalt, um tit eisini hava avbjóðingar. Tað avgerandi er, hvat tit gera við avbjóðingarnar. Brúkið ikki tíð til at døma tykkum sjálv og hvønn annan, men brúkið heldur orku uppá at síggja tað góða og takka fyri, at tit hava hvønn annan.
Takkið í øllum førum
Leggið tykkum eftir at takka fyri alt tað góða, sum Gud hevur givið tykkum við makanum og familjuni. Takkið Gudi fyri, at hann er við tykkum og hjálpir tykkum gjøgnum allar avbjóðingar og løgnar tíðir sum hesar.