Kirkjan broytti Evropa jaligt
Kirkjunnar áskoðan á fosturtøku og hjúnaband broytti Evropa
Við kristindóminum kom virðingin fyri rættindunum hjá kvinnum og friðhalgan lívsins, leggur kronikkørurin dent á. Tað øvuta sæst bæði í forntíðini og á ikki kristnum mentanum á okkara døgum.
Vit hava øll hoyrt umrødda ”undirlívsspurningar” – teir spurningar, mong halda, kirkjan er alt ov upptikin av, og sum kirkjan verður biðin at lata vera við at kvíða fyri. Tað snýr seg um fosturtøku, um áskoðanina á sex, um pornografi og um allýsingina av hjúnabandinum. Samstundis eru fáir spurningar, sum menniskju á okkara døgum stríðast meira við, enn júst hesir.
Fjórða hvør viðgonga í Svøríki endar við eini fosturtøku, og langt frá allar kvinnur uppliva uppíleggingina sum nakað óproblematiskt.
Átøk sum #prataomdet, #mörkertalet og #MeToo hava snarað fólkahugsanini móti teimum túsundavís av kvinnum(og monnum), ið hava verið fyri sexuellum ágangi. Ongin ivi er um, at vit nerta vit eitt øki, har stórir partar av fólkinum hava tað vánaligt – eisini(ella ikki minst?) í verðsliga Skandinavia.
Jaliga slóð kirkjunnar
Nakað vit bert sjáldan tosa um, er, at ”undirlívsspurningarnir” er ein høvuðsliður í kirkjunnar íkasti til vestliga heimin.
Um vit fyrst taka fosturtøku, so kunnu vit staðfesta, at longu tær elst varðveittu kristnu skriftirnar, umframt nýggja Testamenti, Didaché, ávarar móti bæði fosturtøku, barnamorði og pedofili.
Henda boðan førdi til, at kynsjavnvágin skjótt gjørdist munandi betur í kristna samfelagnum enn í samfelagnum sum heild. Meginparturin av øllum teim nýføddu, sum tá í tíðini vórðu tveitt í ruskdungan, vóru júst gentur.
Amerikanski samfelagsfrøðingurin, Rodney Stark greiðir í síni bók, ”The Rise of Christianity” frá, at tað vóru 131 menn fyri hvørjar 100 kvinnur í Róm í 200-talinum, og at tølini fyri Italia, Lítlaásia og Norðurafrika vóru heili 140 menn fyri hvørjar 100 kvinnur har.
Umframt pinkubarnadráp er tað serliga fosturtøkurnar – ið leiddu til, at mamman doyði – og tann lági giftualdurin á kvinnum, ið kann lýsa hagtølini.
Kristna kirkjan, sigur Stark, fór ímóti streyminum á øllum hesum økjum. Umframt at seta í verk forboð móti pinkubarnadrápi og fosturtøku stóð hon fyri at fáa innførdan ein hægri giftualdur og skapti eina væntan til bæði kvinnur og menn um seksuelt trúfesti, og gav stórt frælsi til báðar partar um, hvørt tey skuldu gifta seg ella ikki.
Harumframt høvdu tær eitt umfatandi virksemi til at taka sær av einkjunum í samkomunum.
Alt hetta komst av eini sannføring um menniskjans líkavirði, men eisini í hugsanini um monogama hjúnabandið sum staðið til seksuelt samlív.
Bretski søgufrøðingurin, Tom Holland, ið er kendur fyri bøkur sínar um fornfrøðina og um kirkjunnar ávirkan á vestligu mentanina, hevur í fleiri samanhangum váttað sína hugtøku um brot kristindómsins við gomlu skipanina.
Í rómverjaríkinum førdi kristna boðanin til eitt meira rættvíst og javnt kynsbýti, millum annað tí, har nú vórðu framdar færri fosturtøkur – ið eisini kravdi lív mammunnar – og alt færri børn vórðu tveitt burtur aftaná føðingina.
Rættur hins sterkasta – ella kristni møguleikin
Ferð eftir ferð staðfestir Holland, at tað í Rómverjaríkinum var sjálvsagt ”við rætti hins sterkasta”. Fyri frælsar mannligar íbúgvar hevði hetta við sær, at teir vóru í teirra fulla rætti at gagnnýta teirra hægri støðu seksuelt. Men so kom kristindómurin við heilt øðrvísi virðum. Í eini samrøðu við netmiðilin, Scroll.in, sigur Holland:
«Paulus er jødi. So hann hevur eina hugsan um, at skapanin skilur millum mann og kvinnu; Gud skapar mannin og kvinnuna fyri seg. So hann tekur hesa fortreyt við sær inn í samrøðuna.
Men hann hevur somuleiðis eina aðra fortreyt við sær, og tað er, at Kristus kom og leið deyðan vegna kærleika sín til mannaættina. Og um vit vilja hava eina seksuella relatión til eitt annað menniskjað, so má hon vera trúgv móti tí kærleika, Kristus vísti mannaættini.
So tað, Paulus ger, er at siga, at tað bert er ein háttur, ein sannur háttur, at hava eina seksuella relatión upp á, og tað er, at liva í einum monogamum hjúnalagi.”
Weinstein dómurin
Fyri ikki kristna Holland gjørdist #MeToo-rørslan og avdúkingarnar av ágangi Harvey Weinsteins nakað, sum fekk hann at lata eyguni upp í hesum sambandi. Í Rómverjaríkinum var tað nevniliga Weinstein, ið hevði fingið fullan stuðul frá samfelagnum. Hann háttaði sær júst so sum ein kundi havt væntað tað av einum múgvandi og priviligeraðum manni í tátíðar Róm.
So tann sannroynd, at vit á okkara døgum taka frástøðu ímóti magtmisnýtslu Weinsteins, tað hevur við kristnu vestligu mentan okkara at gera, sigur Holland. Tað er har, vit hava fingið hugburðin, ið rekur #MeToo!
Minni vald til ættbólkar
Ein annar persónur, ið hevur tikið fram ávirkanina av kristnu kirkjuni á ”undurlívsspurningarnar”, er svenski bókmentasøgufrøðingurin, Johan Lundberg. Í eini grein í tiðarritinum, Kvartal vísir hann millum annað á leiklut kirkjunnar í upploysnini av evropeisku (klan)ættbólkamentanini:
«Frá og við 300-talinum og upp gjøgnum øldirnar, førdi kirkjan átøk, ið minkaði um vald ættbólkanna. Kirkjan setti á stovn lógir ímóti, at syskinabørn kundu giftast hvør øðrum, móti polygamum hjúnaløgum og móti reglum, ið søgdu, at einkjur skuldu gifta seg beiggja deyða mann sín.” og aðrar reglur við:
«At kjarnufamiljan gjøgnum kirkjuligar fyriskipanir varð raðfest hægri enn ættin førdi til, at samfelagið í miðøldini hevði ein meira egaliteran og minni valdmiklan familjustruktur, enn tað var vanligt í ættbólkasamfeløgum
Hesi rák vórðu síðan rikin fram av laug-skipanini og handilsligum netverkum, ið vístu seg at vera meira lønandi enn tey familjuskipaðu.”
Polygami birtir undir harðskap
Fyri at lýsa, hvørja ávirkan hetta fekk á evropeiska samfelagið, nýtir Lundberg Polygamiina sum dømi:
«Sjálvt í einum samfelagi við hóvligari nýtslu av polygami, har tann fimtingurin av monnum, ið hava hægst status, gifta seg við 3-4 konum hvør, meðan restin av monnunum liva í monogamum hjúnaløgum, vilja 40% av øllum monnum verða verandi ógiftir.
Hetta kann relaterast til ta sannroynd, at testosteronframleiðslan minkar í føstum relatiónum, og mest, tá teir gerast pápar. Lægri testosteronframleiðsla er í sjálvum sær gott í samfelagsligum høpi, tí tað førir til størri tamarhald á impulshandlingum, sjálvsaga og langtíðarráðlegging, og minni váðaatferð og harðskap.
Eyðleiðingar sum hendan hava ikki bert eitt søguligt virði. Tað er ein royndur lutur, at allir teir trupulleikar, kristindómurin søguliga var við til at bøta upp á, eru aktuellir eisini á okkara døgum – uttanfyri kristna mentanarheimin.
Kynstreytaðar fosturtøkur í londum sum India og Kina eru til dømis tann mest týðandi atvoldin til kynsmisjavnan í hesum londum, við einum yvirskoti av mannfólki á ávikavist 12 og 15 procent.
Eisini hjúnaløg millum systkinabørn og polygam hjúnaløg eru kendir trupulleikar á okkara døgum, ikki minst í muslimskum londum. Tað fyrsta førir til eina vanliga fátækragerð, har ættbólkarnir verða styrktir. Tað seinna merkir, at stórir bólkar av monnum ikki fáa møguleika at gifta seg.
Yvirgangsfelagsskapir draga at sær einligar menn
Amerikanski professarin Valerie Hudson hevur víst á, at tað eru hesir bólkar við ósjálvbodnum einligum monnum, ið er tað mest týðandi útveganarstøði at manna uppreistrarbólkar í okkara heimi. Ikki minst er hetta galdandi fyri yvirgangsfelagsskapir sum IS og Boko Haram – ja, eisini afghansku talibaneindirnar.
…allir teir trupulleikar, kristindómurin søguliga var við til at bøta upp á, eru aktuellir eisini á okkara døgum – uttanfyri kristna mentanarheimin.
Tað er ikki tilvildarligt, at hesir bólkar eru kendir fyri at ræna og flyta burtur tannáringagentur. Ein týðandi liður í teirra DNA ella ”handilsreglum” er teirra virki sum hjúnabandsmiðlari í økjum við fáum kvinnum og við sosioøkonomiskt marginaliseraðum monnum.
Øll hesi fyribrigdi hava tað til felags, at tey á fullgóðan hátt eru vorðin tálmað av eini kirkju, ið virkar í tráð við kendu áskoðan kirkjunnar á sex, hjúnaband og friðhalgan lívsins. Søguliga ber til greitt at siga, at ”undirlívsspurningarnir” hava broytt Evropa grundleggjandi til tann heimspart, vit í dag taka sum ein sjálvfylgju.
Skuldu vit ikki hugsað okkum væl um, bæði eina og tvær ferðir, áðrenn vit finna uppá at tveita henda arv yvirborð?
Kronikkurin, ið hevur staðið í Dagen.no, er umsettur av Udfordringen: Bodil Lanting