Hjálparleysur: Andakt til tey gomlu

Tí at vit vita, at um okkara jørðiska tjaldbúð verður brotin niður, tá hava vit ein bygning frá Gudi, hús, sum ikki er við hondum gjørt, ævigt í Himnunum.
(2 Kor 5,1)

Tú kanst ikki skúgva tær undan at leggja til merkis, at likam okkara verða brotin niður. Virksemi vøddanna svíkur. Tað kann gerast sera pínligt og eyðmýkjandi, tá ið sagt verður um gomul fólk: tey ganga “í barndømi”, her verður serstakliga hugsað um teirra andsevni; men hetta er eisini galdandi likamligu evnum teirra. Tú kanst gerast hjálparleysur sum lítla barnið.

So er freistingin at gera slíkt til samrøðuevni. Eitt vinfólk kom nú ein dagin á gátt, hesin hevði verið á gátt hjá einum, vit báðir plaga at vitja. Hesin vinur okkara, var vorðin ógvuliga gamal. “Hvussu hevur okkara gamli vinur tað?” spurdi eg. “Vóni, at Várharra skjótt tekur hann heim, tí nú snýr prátið seg bara um at hjálpa sær sjálvum og tá ið farast skal á vesið. Tað krevst at duga hava tamarhald á støðuni og duga at tiga um tað, sum hevur slíkan týdning hjá einum sjálvum. Tey ungu halda ofta, at vit gomlu eru vamlislig, og tó ikki uttan grund, eisini so sjálvglað. Tá ið Jesus var krossfestur – sanniliga nakað, ið nívdi meint – var fyrsta orð hansara ein bøn fyri fíggindanum. Annað orðið var umsorganin fyri móður síni. Triðja, var orðið um fyrigeving til ránsmannin. Síðan harmaljóðini. Seinasta orðið var: “Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!” – hesa kvøldbøn, sum øll jødabørn í gudrøknum heimum lærdi, og sum Maria, móðir Jesus helst man hava lært son sín.

LES EISINI  Óttast ikki!

“Latið okkum venda okkum til hansara, sum ikki skammast við at kalla okkum brøður.” (Hebr 2,11)

 

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina