Høgni húsavørður á IMB

Høgni Skoradal av Toftum er settur, sum hjálparhúsavørður á IMB – Bíbliuháskúlanum hjá Indirmissión, sum liggur í Børkop. Fyri tíðina vera fyrilestrasalurin og bókasavnið umvælt og Mortan, húsavørðurin hevur ríkiligt av uppgávum at takast við. Tí er hjálpin frá Høgna kærkomin.

IMB skrivar á teirra facebook vanga, at Høgni er ein av mongu føroyingunum, sum skúlin hevur havt gleði av at hava havt, sum næming. Høgni er útbúgvin elektrikari og ætlar at fara undir hægri lestna eftir summarfrítíðina. Til tað tíð gleðast tey á skúlanum um at hava hann í starvi,

Nógvir næmingar

Hetta hálvárið ganga 64 næmingar á skúlanum, sum er eitt tað størsta holdið í mong ár. Næmingarnir kunnu velja millum tríggjar ymiskar linjur: Passion, Lovsangsskúlin og GDT (Global Discipleship Training). Í vár fara linjurnar Passion og Lovsangsskúlin á stórtúr til Sisimiut í Grønlandi, meðan GDT fer 10 vikur til Etiopien, sum liður í skúlaskeiðinum.

Sum nakað nýtt bjóðar skúlin eisini eina gudfrøðislinju, har næmingarnir fáa innlit í gudfrøði, bæði í ástøði og yrki.

LES EISINI  Háskúlin í Børkop ger ábøtur á søguliga høvuðsbygningin

Skúlin hevur fingið 1,3 milliónir krónur í stuðli frá Nordea-fondinum. Henda upphædd skal nýtast til at stuðla næmingum og grannalagi til at hugsa og liva meira burðardygt. Ætlanin er at gera ein háskúlaurtagarð, sum bæði skal nýtast til undirvísing og geva køkinum á skúlanum ymiska frugt og grønmeti. Upplýsingar um skúlan: www.imb.dk og facebook: Børkop Højskole

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina