Hóskvøldið byrjar missiónsvikan í Tjørnuvík

Í døgunum frá 15. til 18. november verður missiónsvika í Bygdarhúsinum í Tjørnuvík.

Skráin fyri missiónsvikuna er henda:

Hóskvøldið 15. november klokkan 19.30:

Ólavur Jacobsen talar. Rannvá og Eiler syngja.

Fríggjakvøldið 16. november klokkan 19.30:

Solveig Joensen talar. Systrarnar úr Vík syngja.

Leygarkvøldið 17. november klokkan 19.30:

Jóan Birgir Dahl-Olsen talar og syngur.
Innsavnan.

Sunnukvøldið 18. november klokkan 18.00:

Signar á Reynatrøð talar. Kvinnur úr Klaksvík syngja.
Innsavnan.

Bønarløta verður hálvan tíma áðrenn hvørt møti, og møguleiki fyri forbøn verður eftir hvørt møti.
Drekkamunnur verður eftir hvørt møti.

Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.

LES EISINI  Missiónsvika úr Meinigheitshúsinum á Skála (2)
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina