Hoyr tveir av nýggjaru sangunum, sum vit fara at syngja í vikuskiftinum
Í vikuskiftinum eru Stórmøti í høllini á Skála og fyrireikingarnar eru nú í hæddini. Tað er eisini galdandi fyri tónleikararnar og forsangararnar, sum gleða seg til at spæla og syngja saman við okkum øllum.
Tveir av sangunum, sum eru valdir til Stórmøtini, eru møguliga ikki so kendir. Tí hava vit heitt á tey um at syngja og spæla sangirnar fyri okkum, soleiðis at vit hava møguleika at læra sangirnar áðrenn møtini byrja. Hesir sangirnir verða sungnir til øll Stórmøtini. Niðanfyri kanst tú lurta eftir sangunum. Har finnur tú eisini sangtekstirnar.
Stórmøtini byrja fríggjadagin við suppu kl. 17.30. Skráin sæst her
Tú ert Gud, halleluja Tú ert ljós, halleluja Tú ert lív, halleluja Tú ert skjól, halleluja Æra til títt navn Um ævir sigur vann Halleluja, halleluja Æra til títt navn Tú tekur meg í favn Halleluja, halleluja Halleluja, halleluja Brúgv: Halleluja, halleluja, halleluja, halleluja (+Tú ert Gud x4) Orð og lag: Malin Zachariassen
Eg vil fylgja, hvar enn tú leiðir meg
Eg vil fylgja, um onnur vraka teg
Eg vil fylgja og liva nær hjá tær
Eg vil fylgja tær í dag
Hvat onnur gera kemur ei mær við
Tú sigur: Hygg at mær!
Tú vegurin, sannleikin er
Tú ert lívið fyri meg
Orð og lag: Malin Zachariassen