Tað sjóðar og prutlar í krókunum

Runt landið eru fyrireikingarnar til Stórmøtini í hæddini. Nógv er at hugsa um, tá ið eitt tílíkt tiltak skal fyriskipast.   

Mikukvøldið møttust nøkur fólk fyri at taka ein lítlan film upp til Stórmøtini. At taka tílíkan film upp er sera tíðarkrevjandi. Fyri sjónleikararnar merkir tað, at har er fitt av bíðitíð. Men fólk vóru tolin og lagið var gott, so talan gjørdist um eitt stuttligt og hugnaligt kvøld í Nesvík. 

Í ár fáa vit vitjan til Stórmøtini. Talan er um formann og aðalskrivara í donsku Indre Mission, ávíkavist Hans-Ole Bækgaard og Jens Medom Madsen. Teir vera gestatalarar til møtini. 

Ein fyrireikingarbólkur hevur arbeitt við at fyrireika Stórmøtini. Seinnapartin hósdagin møtist bólkurin í høllini á Skála fyri at hyggja nærri eftir karmunum um Stórmøtini í ár.  
Fyrireikingarbólkurin hevur eisini brúkt rúma tíð til at umrøða, hvat Hans-Ole Bækgaard og Jens Medom Madsen skulu taka fram á møtunum. Soleiðis sigur aðalskrivarin Andrias Magnussen: 
  
»Stórmøtini eru størsta einstaka tiltak, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri. Tað hevur tí sera stóran týdning fyri okkum í fyrireikingarbólkinum, at boðskapurin til øll møtini er greiður og evangeliskur. Kallið til umvending og eftirfylgjan skal ljóða greitt. Tað eru tveir vegir úr hesum lívi, og einans Jesus er vegurin sum førir til Himmals. At fólk hoyra kallið, venda um, verða Guds børn og liva í náðini er tí bókstaviliga lívsneyðugt. Tí er yvirskriftin fyri Stórmøtini í ár “Eitt lív – tveir vegir”. «  

»At síggja øll tey sjálvbodnu, sum í hesum døgum fyrireika sang og tónleik, kakir og kaffi og nógv, nógv annað til Stórmøtini er bæði gleðiligt og eggjar okkum í arbeiðnum. Hiðani skal longu nú ljóða ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum hjálpa okkum. Eg gleði meg til vit øll síggjast í ítróttarhøllini á Skála,« sigur Andrias Magnussen at enda. 

Tað verður í døgunum 4. til 6. november, at vit endiliga aftur kunnu samlast til Stórmøtir. Seinast Stórmøtini vóru var í 2019, tá ið møtini vóru í høllini á Hálsi í Havn. Síðani tá hevur ikki verið møguligt at hava Stórmøti orsaka av korona. Tí hava Stórmøtini seinastu tvey árini verið á netinum.