Hoyrir politikkur heima í átrúnaði?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Undan valinum í seinastu viku, vóru tað nógv, sum søgdu, at átrúnaður hoyrir ikki heima i politikki. Hesi vilja siga, at trúgvin er nakað privat, sum vit skulu halda fyri okkum sjálvi.
Hetta er púra órímiligt. Líka órímiligt, sum at siga, at sosialisma skal út úr politikki.

Eg rokni við, at tað eru fleiri høgra-vend í politikki, sum halda, at hjálp til tey veiku og sjúku skuldi verið framd í meira privatum samanhangum. Um tann einstakii fekk størri ræði á egnum pengum, so hevði hann størri møguleika fyri at fremja umsorgan í nærumhvørvinum. Hartil hevði hann størri møguleiki fyri at stuðla teimum vælgerandi felagsskapum, sum hann tók undir við.

Hetta er eitt sjónarmið, sum vit kunnu vera samd ella ósamd um. Og tað er ok. Men tað hevði ikki verið ok, um tey, sum eru uttast til høgru, kravdu sosialismu út úr politikki. Nei, lat fólkaræðið ráða, um rákið skal verða til høgru ella vinstru.

Politikkur er annað og meira enn høgra og vinstra. Í Føroyum hevur samband og loysing eisini fylt nógv. Men seinastu árini er munurin millum høgra, vinstra, samband og loysing vorðin nógv minni. Samstundis hava átrúnaðarligar áskoðanir fingið alsamt sjónligari ávirkan á politiskar avgerðir. Tí er tað ikki annað enn rímiligt, at átrúnaðarligi ásin verður tikin við í politikkin.

Eftir sum flestu lesarar av Trúboðanum eru samdir um, at átrúnaður hoyrir heima í politikki, nýtist mær ikki at skriva meira um tað.

Hinvegin kann tað verða stuttligt at venda setninginum við og spyrja: “Hoyrir politikkur heima í átrúnaði?” Stutta svarið er, ja.

Í okkara praktisering av kristindóminum í Føroyum, hava vit til dømis ymiskar dópsáskoðanir og ymiskar áskoðanir  um náðigávurnar. Sum heild kunnu vit staðfesta, at kristin kunnu vera sera ósamd, um hvussu kristindómurin skal praktiserast.

Hetta er ikki nakað nýtt. Tey fyrstu kristnu høvdu eisini nógvar ósemjur. Vit kunnu til dømis lesa í Áps 15,7 ella 1 Kor 3,4.

Í dag verður ofta verður spurt: “Hvussu ber tað til, at kirkjur og samkomur kunnu vera so ósamdar. Er tað ikki tann eini og sami Gud, sum vit trúgva á?” Eg havi hug at svara: “Jú! Tað er bara ein sannur Gud, men hann hevur skapað okkum so sera ymisk!” Hóast eg trúgvi, at tað finnist ein absoluttur sannleiki, so trúgvi eg ikki, at øll nakrantíð verða samd.

Av tí at tað er sera trupult at dyrka Gud einsamallur, er tað umráðandi at finna saman í bólkar við fólki, sum vit eru toluliga samd við. Eins og vit hava sjey politiskar flokkar á tingi, so haldi eg, at tað er í lagi, at vit hava sjey ella fleiri trúarflokkar í Føroyum.

Eg eri sannførdur um, at átrúnaður skal verða loyvdur í politikki. Hartil haldi eg, at tað er ómøguligt at halda politikk uttan fyri átrúnaðin. 

Christian Joensen, Saltangará