Hugnalig konsert í Kelduni
Sunnukvøldið 28. august, klokkan 20.00, verður konsert í Kelduni í Skálabotni.
Brødrene Nordstrand úr Noregi og Brad White úr USA framføra á konsertini, og eisini framføra føroyingarnir Marjun Wolles, Kvartettin í Betesda, Eyðun Jacobsen og bólkurin Glæma.
Brødrene Nordstrand er ein bólkur, sum hevur sungið í nógv ár. Tað er tann sokallaði southern gospel tónleikurin, teir eru kendir fyri, og teir hava givið fleiri fløgur út, sum millum annað eru innspældar í Nashville.
Brad White er ein sera dugnaligur klaver- og saxofonspælari. Hann hevur ferðast um allan heimin við sínum tónleiki. Í fleiri ár var hann fastur klaverspælari hjá kendu kvartettini Blackwood Brothers.
Tað verður ókeypis atgongd til konsertina, men møguleiki verður fyri at lata eina gávu, boð. Ein góður kaffimunnur verður at fáa aftaná konsertina, boða fyrireikararnir frá.