Hugnaløta í Hattarvík

Seinastu árini hevur trúboðarin, Pól Johannesen, vitjað Fugloy og Svínoy í heystfrítíðini, har hann hevur vitjað fólk og havt møtir.

– Ja, eg plagi at fara út um heystanar á fjall og hava møtir. Seinastu árini havi eg verið í heystferiuni og har vit hava havt møti/hugnaløtu ella sum eg havi kallað tað – “Takka fyri heystið”. Í heystferiuni eru næstan øll fjøllini gingin og alt er komið í hjallin –  kjøt, eplir, røtur o.a og so plaga vit at takka fyri tað sum jørðin gevur og takka Harranum fyri vøkstur og minna okkum sjálvi á, at einaferð verður heyst hjá okkum.  Vit kunna seta niður og væta, men tað er Harrin, sum gevur vøksturin, fuglin, fiskin osv, fortelur Pól.

Hesaferð bleiv tað tó eitt sindur áðrenn heystferiuna. Teir vóru á fjalli leygardagin, men orsaka av veðrið slapp Pól ikki innaftur fyrr enn mánadagin. Tí var upplagt at hava eina løtu saman um Guds orð.

LES EISINI  TiM: Tannáringar í Missión í Moldova og Albania

– Í Hattarvík plaga vit at vera í heiminum hjá Kertin og Eivind og vit vóru 25 fólk til møti – uppmøtingin var næstan 100 %, so tað er sera hugaligt.

Møti, drekkamunnur og spurnakapping 

Tað er ikki altíð at Pól hevur nakran, ið kann spæla undir til felagssangin, men har hevur Pól verið snildur og keypt sær sangirnar á fløgnunum “Syng mín sál” á Spotify. Síðani hevur hann ein hátalara, so til ber at spæla sangirnar og syngja við samstundis.

– Hesaferð hevði eg ikki hefti, men eg hevið ein fíl av heftinum á Icloud og so deildi eg tað við øll á messinger og so høvdu øll hefti at syngja úr telefonini. Vit sungu 5-6 sangir tilsamans, eg hevði eina andakt, orðið var frítt og so endaðu vit við bøn og faðirvár,

Eftir møti var ein góður drekkamunnur við vaflum, bollum við rullupylsu, osti, ísur, skuffikaka, eplakaka o.a. Síðani hevði Pól eina spurnakapping, har tey deildu í tveir partar.

LES EISINI  Hevur tú kall at umseta ella framleiða nýtt tilfar?

– Ein partur sat í køkinum og hin í stovuni, og fingu so sama spurning. Tað var sera spennandi og stuttligt, ja, at síggja børn og fólk yvir 80 ár kappast – tað má bara upplivast.

Nakað serligt at koma til útoyggjarnar

Pól sigur at enda, at koma til Svínoyar, Fugloyar og Kalsoyina er nakað heilt heilt serligt.

– Ja, tú kennir teg bornan av lógvum, og øll vilja hjálpa og gera sítt til og hetta var einki undantak. Eg tosaði við ungar konur har úti og so var leyst og liðugt at leggja hús til, baka, dekka borð og tað eri eg sera takksamur fyri. Í

Í vikuni ella næstu viku ætlar Pól sær so til Svínoyar at hava møtið og vitja fólk og tað gleðir hann seg sera nógv til.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina