Hugnaløta í Ørkini: M.C kemur á vitjan

Týsdagin kl16 verður ein áhugaverd hugnaløta í Hotel Ørkin í Reykjavík. M.C Restorf kemur at syngja og hugleiða, og í Reykjavík gleðir føroyski leiðarin, Barbara H. Jensen, seg til, at aftur hava tiltøk við føroyingum og Føroya vinum.

– Orsaka av Corona avmarkingum, so hevur tað verið sera torført at savna fólk seinasta árið. Fyrstu ferð vit bjóðaðu til eina hugnaløtu var í mai. Tað bleiv sera væl tikið undir við tiltakinum, og ynskiligt var at hetta skuldi verða afturvendandi, so tað vit gjørt hvønn mánað síðani – undantikið august. Summarferian er júst farin afturum, og nógv hava verið burturstødd, so hetta fyrsta hugnaløta eftir summarferiuna, greiður Barbara frá.

Og tað er eisini ein forkunnug vitjan, sum Ørkin fær týsdagin. Dámligi sangarin, M.C Restorf, kemur á vitjan og fer at syngja og hugleiða. Barbara sigur, at við einari góðari stýrdari hond omanífrá, so eydnaðist at fáa M.C at koma á gátt.

– Ígjøgnum Corona-tíðina, tá ”lock down” var, tosaðu maðurin og eg nógv um hvussu vit kundu savna fleiri saman á Føroyska Sjómannaheiminum í Reykjavík – herundir eisini hvørji tiltøk kundi verið á skrá. Tá kom tosið hjá okkum millum annað inná M.C. Restorff. So tað lá í kortunum at vit skuldu seta okkum á samband við hann. Vit vóru ikki komin so langt at vit høvdu sett okkum í samband við M.C. ella nakran annan hesum viðv. Men nú kom fyrispurningur frá MC sjálvum um gisting á Ørkini, nú hann er ávegis til Eysturgrönland við Juvel 2. So her var bara at lofta møguleikanum, og spyrja MC um møguligt var at framføra við sangi og hugleiðing til fyrstu hugnaløtuna eftir summarferiuna. M.C játtaði beinanvegin tá vit settu okkum ísamband við hann. At alt skuldi laga seg soleiðis er heilt víst stýrt omanífrá. Vit eru sera spent og gleða okkum til eina góða, signaða og hugnaliga løtu, og veit eg at MC eisini gleðir seg at hitta fleiri landsmenn og -kvinnur á Ørkini týsdagin.

Og tað verða væntandi fleiri spennandi tiltøk framyvir í Ørkini.

– Við at hava slík tiltøk, og eisini onnur tiltøk, vóna vit at kunna skapa góð sambond og savna nógvar føroyingar og føroya vinir javnan á Ørkini. Vit vilja at øll vitjandi fáa góðar, gevandi og hugnaligar løtur á Ørkini. At koma saman um tað góða, til tiltøk, møtir og aðrar gevandi løtur. Eitt gott orð, við sangi, hugna, kaffi og prát, bæði til álvara og gaman, hetta til hvønn einstakan sum kemur á gátt, sigur Barbara at enda.

So seint sum í gjár var landsdysturin millum Føroyar og Danmark vístur í Ørkini, og fleiri fjepparar møttu upp til tiltakið.