Hvagar gongur leiðin?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í gomlum døgum var vanliga leiðin millum bygda, eftir fjallagøtunum. Tað kundi taka uppí dagar at koma fram. Men við tíðini eru gomlu gøturnar skiftar út við breiðar vegir, ið við bili, kunna føra okkum fram á sama stað eftir eina løtu.

Okkara samfelag hevur staðið og stendur fyri stórum broytingum, ið ávirka okkara viðurskifti nógv. Vit hava júst verið á løgtingsvali og valt ein persón ella flokk, sum vit halda umboðar okkara meiningar best, komandi fýra árini. Somuleiðis og á so mangan annan hátt, bjóðar dagligi dagurin okkum val, ið hava ávirkan á ta framtíð, vit bjóða okkum sjálvum og næstanum.

Vit broytast eisini sjálv og síggja, at tað gera onnur eisini, bæði í sinn og skinn. Tað, vit valdu í fjør, er møguliga ikki tað sama, sum vit velja í dag, og hetta kann aftur vera broytt um eitt ár, tá vit fara at velja okkurt annað.

Soleiðis hevur meira og minni, altíð verið. Fólk hava lutvíst valt at broyta umstøður og lutvíst rætta seg eftir broyttum umstøðum. Hesa gongd mugu vit góðtaka og læra at liva við, hvørt tað eru vit ella onnur ið broytast, uttaná ella innaní.

Tað kann tó skapa meira og minni ótryggleika, at veruleikin er so skiftandi. Nógv broytist, og við alheimsgerðini henda broytingarnar skjótari og skjótari enn nakrantíð fyrr. ”ALT BROYTIST,” siga vit; men broytist ALT?

Er einki, sum vit kunna halda í og vita okkum trygg við. Kann tað, sum var gott í gjár, vera ónt í dag ella tað, sum er ónt í dag, vera gott í morgin? Um so er, hava vit veruliga grund til at óttast, tí tá er munurin millum ónt og gott – rætt og skeivt, bara ein spurningur um, hvørji tíð vit liva í.

So er bara eftir at spyrja, hvat trýrt tú? Er moralurin hjá mær og tær bara nakað, sum er grundað á okkara uppaling og uppvøkstur, ið hava givið okkum eina meira ella minni tilvildarliga lívsleið og grundvøll, ið vit hava til felags við tey, vit eru saman við ella brýtur frá teimum, ið eru uppvaksin hinumegin jørðina?

Er tað einki, ið ikki stendur til at broytast – einki, ið stendur óvikiligt, líka mikið okkara umstøður og innaru broytingar.

Bíblian sigur at: ”…orð Guds várs stendur allar ævir.” (Jes 40,8) og at ” Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.” (Hebr 13,8). Trúgva vit, at hansara orð og hann sjálvur, verða standandi til alla tíð, bæði í tátíð, nútíð og framtíð? At somu orð, sum skaptu hendan heim og alt, sum í honum er, framvegis eru tey, sum halda heiminum og okkum sjálvum uppi? Hetta er eitt val, vit taka at trúgva ella vraka. Men mótsatt einum Løgtingsvali, so broytist hesin veruleikin ikki av okkara vali, men okkara val hevur hinvegin, avgerandi avleiðingar fyri okkum sjálv – meg og teg.

Gomlu bygdagøturnar og nútímans vegir føra okkum ongastaðni, um vit ikki fara til gongu ella byrja at koyra. Men tá vit eru farin avstað, føra tey okkum fram til ávís støð, tengt at hvørja leið, vit hava valt. Tí er tað ikki uttan týdning, hvørja gøtu ella hvønn veg vit velja í dagligu samferðsluni.

Á sama hátt er við okkara lívsleið. Tá eg havi valt leiðina, havi eg eisini avgjørt, hvat er mítt mál. Sami veruleiki er eisini galdandi fyri okkara samfelag – tað er ikki líka mikið, hvørja leið vit velja. Latið okkum í dag í Guds náði velja at liva eitt lív, har tað sæst og hoyrist hvørja leið, vit hava valt og so biðja fyri, at tað eisini fer at hava avleiðingar fyri okkara samfelag!

Gunnar Nattestad