Hvar finni eg ein leiðara?

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hví er tað so torført at finna ein ungan (mann), sum vil vera leiðari í sunnudagsskúlanum? Tað var kona mín, sum setti hendan spurningin, og afturljóðið av spurninginum hongur enn í mínum oyrum. Tí sjálvt um vit búgva beint í bíbliubeltinum, er tað ikki altíð lætt at finna leiðarar. Tað er nógv lættari at finna ein, sum kann hjálpa leiðaranum.

Og hetta er ikki bara galdandi í sunnudagsskúlanum. Her á staðnum hevði meinigheitshúsið ongan formann í langa tíð. Og koyra vit ein biltúr til Nesvíkar, hoyra vit um avbjóðingarnar við at finna høvuðskokkar til legur, meðan tað er nógv lættari at fáa fólk at gera matin. Men fá vilja hava ábyrgdina fyri leiðsluni.

Ein av orsøkunum er helst, at vit ongantíð lærdu at útbúgva leiðarar á sama hátt, sum vit útbúgva tónleikarar. Longu í sunnudagsskúlanum geva vit barninum ein lítið egg í hondina og læra tað at flyta eggið nøkulunda í takt við tónleikin. Síðani eggja vit tey til at spæla á floytu, klaver, violin, gittar, bass, trummur, trompet og alt annað, sum hevur teirra áhuga. Vit fáa tey at syngja fyri á møtunum og lata tey spæla undir til felagssangin saman við royndum tónleikarum, til tey ein dag eru klár at vera sjálvstøðug.

LES EISINI  GLS leiðsluráðstevna í januar

Tá vit eru signað við góðum tónleikarum og sangarum er tað tí, at vit hava leitt tey og fyrireikað tey til at vera tað, sum tey eru. Góðir leiðarar koma heldur ikki av sær sjálvum. Líka sum tónleikarar skulu tey frá ungum árum av eggjast og myndast sum leiðarar. Líka sum tónleikararnir skulu tey setast í støður, har tey kunnu venja seg við at leiða saman við onkrum, sum hevur meira royndir. Hvør tónleikari ella leiðari kemur bara sendandi burtur úr ongum? Kanska skuldu vit skipað fyri ungdómsleiðaraskeiðum, har ung í 8. – 10. flokki læra at gerast ungdómsleiðarar á legum og sunnudagsskúlum??

Hví hava vit tørv á kristnari leiðslu?

Vit hava tørv á leiðslu, tí vit eru í rørslu. Annars enda vit sum eitt spøkilsisskip, sum bara rekst á havinum, tí manningin er farin av skipinum. Sum kristnir einstaklingar og sum kristin kirkja, eru vit ikki bundin at bryggju. Vit eru í rørslu, vit hava eina missión. Og til tað krevst ein skipari á brúnni, um vit ikki skulu kollsigla.

LES EISINI  Tað var so farsóttin. Men hvat skal kirkjan nú?

Felagsskapir við ongari leiðslu hava hug til at bæði at missa styrki og kós. Bæði styrkin og kósin eru annars nakað, sum vit fáa beinleiðis frá Guði sjálvum. Men tann dugnaligi kristni leiðarin megnar at tryggja, at vit hava fingið áfylling av Guðs orði, okkara brennievni, sum vit hava brúk fyri til at halda maskinuni koyrandi. Og tann dugnaligi kristni leiðarin megnar at halda kósina og gera tær broytingar, sum skulu til, fyri at vit náa tí máli, sum vit eru kallað til.

Soleiðis er tann kristni leiðarin ein maður ella kvinna, sum er kallað av Guði til at ávirka og tæna øðrum soleiðis, sum Kristus hevur ætlað tað, so Guðs endamál verður framt bæði við og gjøgnum hesi menniskju. Og vit hava øll tørv á menniskjum, sum vilja ávirka og tæna okkum til at vera tey menniskju, sum Kristus kallar okkum til at vera.

Lat okkum biðja Guð um at geva okkum góðar leiðarar. Og lat okkum halda eyga við børnum og ungum og biðja Guð um, at hann við sínum anda vil vísa okkum, hvønn vit skulu brúka, og hvussu vit best leiða tey til at gerast leiðarar fyri onnur.

LES EISINI  Fyrsta upplivilsið er sera gott við góðari uppmøting
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina