Hvar skal eg byrja at lesa?

– Hvar skal eg byrja at lesa í bíbliuni?

Tey eru mong, sum spyrja soleiðis. Tey flestu ikki-kristnu eru lítið kend í bíbliuni. Men tá ið eitt menniskja gevur seg yvir til Guds, verður bíblian kortini tikin fram. Og spurningurin kemur fram: Hvar skal eg byrja at lesa?

Eisini mong, sum hava verið kristin í longri tíð, stríðast við sína støðu til bíbliuna. Tey duga illa at lesa regluliga í bíbliuni, sjálvt um tey hava roynt óteljandi ferðir. Og spurningurin er hin sami: Hvussu skal eg lesa bíbliuna?

Hvussu skulu vit svara tílíkum spurningum?

Lat meg sleppa at geva tær, sum stríðist við tínum bíbliulesnaði, eitt sindur av “fyrstuhjálp”.

Mong byrja at lesa bíbliuna frá byrjanini, júst soleiðis sum ein ger við aðrar bøkur. Og Gamla testamenti (GT) hevur bæði spennandi og trupul viðurskifti, men lítið sum hevur við okkara dagliga dag at gera. Tí troyttast tey, langt áðrenn tey eru liðug við 1. Mósebók. Onnur lesa bæði 1. og 2. Mósebók, men í byrjanin av 3. Mósebók gevast tey. Tað er ov nógv “oyðimarkarferð” og ov lítil verulig hjálp í kristnilívinum.

Eg haldi ikki, at tað er ráðiligt at byrja bíbliulesnaðin í 1. Mósebók. Búgvin kristin eiga at lesa bíbliuna frá permu til permu. Men ikki tann, sum er nýggjur í gøtuni.

Onnur byrja við Nýggja testamenti (NT). Tey byrja at lesa Matteusarevangeliið, og halda so fram við øðrum bókum í NT. Hetta gongur nógv lættari og kann væl lata seg gera hjá nýfrelstum menniskjum.

LES EISINI  Halgan

Alt ov mong lata kortini tilvildina ráða. Tey blaða upp á einum staði í Bíbliuni ein dag, og á einum heilt øðrum staði næsta dag. Av og á møta tey bíbliuorðum, sum gagnar teimum væl. Aðrar tíðir finna tey lítið at gleða seg um. Sum frálíður uppliva tey flestu hendan lesiháttin rættiliga ónøktandi, og hann eigur at fráráðast. Hann gevur alt ov lítla heild og samanhang í bíbliulesnaðinum.

Eg vil ráða tær til at byrja við Jóhannesarevangeliinum! Hetta evangeliið er skrivað fyri at leiða menniskju til trúgv á Jesus og hevur nógva hjálp at geva honum og henni, sum eru nýggj á himmalgøtuni.

Hoyr, hvat Jóhannes sjálvur skrivar um ætlan sína við evangeliinum: “Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guds, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara” (Jóh 20,31).

Byrja við Jóhannesarevangeliinum. Síðan kanst tú skifta millum evangeliir og brøv í Nýggja testamenti. Vilt tú av og á fara inn í Gamla testamenti, vil eg ráða tær til, at tú byrjar við at lesa Sálmarnar, profetin Jesaja, ella kanska
1. Mósebók.

LES EISINI  Barnaumvending

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina