Hvat er sannleiki?

Signar á Reynatrøð

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Gajol-pakkin

“Øll rokna við, at tú leitar eftir sannleikanum, men eingin væntar, at tú finnur hann.” Eg havi ofta hugsað um hesi orðini, ið stóðu skrivað á einum Gajol-pakka. Søgan hevur víst okkum, at sannleikin kann verða sera ymiskur frá eini tíð til aðra, frá persóni til persón, frá staði til stað, frá einum leiðara til annan o.sfr.

Hitler hevði ein propagandaráðharra, ið kallaðist Goebbels. Í stuttum var hansara uppgáva at snara lygnini til sannleika til fyrimun fyri Hitler. Miðvíst skuldi Goebbels bara siga lygnina aftur og aftur og aftur, soleiðis at fólk at enda trúðu, at lygnin nú var sannleikin.

Soleiðis kann sannleikin verða nýttur sum grundarlag fyri krígsførslu, samstundis sum hann verður brúktur til at verja seg móti fíggindanum. Sannleikans brillur eru so sera ymiskar – eisini í styrki! Mong menniskju royna enn í dag at stýra sannleikanum til egnan fyrimun. Eitt í dag og eitt annað í morgin.

Lummin er fullur

Lummin er fullur av sosialum miðlum, ið eru á tremur av alskins sokallaðum sannleikum. Hóast serfrøðingarnir standa í bíðirøð fyri at fortelja okkum, hvussu sannleikin sær út, so er tað ofta trupult at finna út av, hvat eru sonn týðindi, og hvat eru fals tíðindi? Nær er talan um upphugsaðar aprílsøgur, og nær er talan um sannar søgur 1. apríl?

Sama er galdandi, tá ið talan er um ræðuleikarnar í Ukraina. Putin hevur eina heilt aðra fatan av sannleikanum enn flest øll onnur í vesturheiminum, og soleiðis roynir hann við sterkum brillum at toppstýra sannleikanum og tíðindastreyminum í Russlandi, meðan Zelenskiyj sær sannleikan við heilt øðrum brillum.

Sannleikin og Lygnin

Sambært søgn úr 19. øld møttust Sannleikin og Lygnin einaferð. Lygnin segði við Sannleikan: “Tað er ein frálíkur dagur í dag!” Sannleikin hugdi upp í himmalin og suffaði, tí dagurin var veruliga vakur. Lygnin og Sannleikin brúktu nógva tíð saman, og um kvøldið komu tey til ein brunn. Lygnin segði tá við Sannleikan: “Vatnið er so deiligt – skulu vit fara at baða okkum?” Sannleikin var heldur ivasamur. Hann nam við vatnið og fann út av, at tað var fjálgt og gott. Tí fóru tey úr klæðunum og byrjaðu at baða sær í brunninum.

Í pakkanum stóð: “Øll rokna við, at tú leitar eftir sannleikanum, men eingin væntar, at tú finnur hann.”

Skuldi heldur staðið : “Øll rokna við, at tú leitar eftir sannleikanum – tú finnur hann í bíbliuni.”

Brádliga kom Lygnin upp úr vatninum, lat seg í klæðini hjá Sannleikanum og rann avstað. Sannleikin var sjónliga skelkaður, tá hann kom upp úr brunninum og rann runt í kring fyri at finna Lygnina og fyri at fáa klæði síni aftur.

Tá ið heimurin sá nakna Sannleikan, vendi hann sær burtur í vanvirðing, øði og líkasælu. Neyðars Sannleikin fór aftur í brunnin og goymdi seg við vanvirðing nirði í vatninum fyri altíð.

Síðan tá hevur Lygnin ferðast kring heimin ílatin Sannleikan til at nøkta tørvin hjá menniskjum. Av tí at menniskju ikki ynskja at síggja nakna Sannleikan, fær Lygnin altíð loyvi til at ferðast kring heimin. Ein ílætin Lygn skakar ikki líka nógv, sum hin nakni Sannleikin.

Bíblian er svarlistin upp á sannleikan

Í Jóh. 18 sigur Pilatus við Jesus: “Men so ert tú kongur kortini?” Jesus svaraði: “So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur, og til tess eri eg komin í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína.” Pilatus segði við hann: “Hvat er sannleiki?”

Nú stóð Pilatus beint yvir av Jesusi og spurdi hann um hin nakna sannleikan. Samstundis ger Jesus honum púra greitt, at ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir Jesu rødd. Pilatus hoyrdi, men fataði einki. Oyruni vóru opin, men hjartað var deyvt.

Sannleikin um Jesus og Guds orð í síni heild kunnu ikki snarast ella stigbendast. Jesus er ikki bara ein sannleiki millum aðrar, men hann er sjálvur sannleikin. (Jóh. 14,6)

Ormurin byrjaði Fake News

Heilt frá Ádami og Evu og líka til Jesu afturkomu fara menniskju óivað altíð at leita eftir sannleikanum. Longu í fyrstu Mósebók spyr ormurin okkara fyrstu foreldur: “Man nú Guð hava sagt?” Ormurin sáddi iva og byrjaði Fake News – falstíðindi!

Í Jóh. 8 sigur Jesus, “at djevulin var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og faðir at lygnini” … “Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum.”

“Orð títt er sannleiki” (Jóh. 17,17)

Óndskapurin er stórur, og lygnin er ljót! Í kríggi er tað sannleikin, sum altíð er fyrsta offrið. Men Guds kærleiki og náði var fyri Hitler og Goebbels. Guds náði er fyri Putin og Zelenskiyj. Náðin var fyri Pilatus og fyri teg og meg.

Við støði í Guds orði kundu vit kanska umskrivað Gajol-setningin nakað soleiðis: “Øll rokna við, at tú leitar eftir sannleikanum – tú finnur hann í bíbliuni.”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina