Hvat eru mannarættindi?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Prát um mannarættindi er frammi við jøvnum millumbilum. Aloftast verður tosa um ein mannarætt í senn. Mannarætturin til fosturtøku, til lív, til frælsi ella at skifta kyn, eru nakrir, ið kundu verið nevndir. Tá prátið byrjar, spyrji eg ofta meg sjálvan “eru hatta mannarættindi?”, tí í fleiri førum, haldi eg ikki, at tað kemur undir at vera mannarættindi. Her eru nakrir tankar um evnið.
At byrja við, kunnu vit taka definitiónina hjá ST. Undir yvirskriftini “Hvat eru mannarættindi?” sigur ST, at mannarættindi eru íborin øllum menniskjum óansæð rasu, kyn, tjóðskap, mál og trúgv. Rættindini, ið vera nevnd eru rætturin til lív, frælsi, frælsi frá trælahaldi og píning, rætturin at hugsa og siga tað man vil og rætturin at fáa arbeiði og útbúgving.
Fleiri av hesum, ið verða nevnd, eru mannarættindi, men eg skilji ikki heilt hví at til dømis rætturin at fáa arbeiði og útbúgving er við. Jú, sjálvsagt hevði tað verið deiligt um øll kundu fingið arbeiði og lært tað tey vildu, men at tað er ein íborin rættur hjá okkum øllum?
ST útgreinar ikki hvar mannarættindini koma frá. Tey kunnu ikki koma frá einstøku londunum, tí at mannarættindini eru har óansæð tjóðskap. Tey kunnu heldur ikki koma frá menniskjum, tí at menniskju hava ikki vald at siga, hvørji rættindi eitt annað menniskja hevur, tí um so var, hevði tað verið ein framíhjárættur heldur enn mannarættur.
Eg haldi, at mannarættindi mugu koma frá eini hægri eind enn menniskjum ella tjóðum. ST sær kanska seg sjálvt sum eina hægri eind, og tí meta tey seg møguliga hava rætt til at áseta hvat mannarættindi eru.
Tá eg hugsi um mannarættindi, dámar mær sera væl orðingina hjá “the Declaration of Independence”:
“We hold these truths to be self-evident, that all men are created equal, that they are endowed by their Creator with certain unalienable Rights, that among these are Life, Liberty and the pursuit of Happiness.–That to secure these rights, Governments are instituted among Men”
The Declaration of Independance
“Vit halda hesar sannleikar vera sjálvsagdar, at øll menniskju hava sama virði, at teimum eru givin ómissandi rættindi frá skapara sínum. Teirra millum eru lív, frælsi og at stremba eftir eydnu. Ríki eru sett á stovn millum manna at tryggja hesi rættindi.”
Hesi orðini minna um tey hjá ST og tó ikki. Tað verður nevnt, at øll menniskju hava sama virði og hava ómissandi rættindi. Harafturat siga tey, at mannarættindini vit hava fingið, eru frá skapara okkara, Guði, og at tað er landsins ábyrgd at syrgja fyri at hesi rættindi ikki vera tikin frá okkum.
Henda definitiónin sigur eisini, at vit hava mannarættindini, tá ið vit verða til, heldur enn at vera rættindi, vit skulu fáa seinni í lívinum.
Sum dømi kundi verið nevnt, at rætturin til lív hoyrir við, tí at øll menniskju, sum eru til, eru livandi, og eingin hevur rættin at taka hetta lívið frá okkum. Vit hava frælsi, tí ongin hevur tikið okkum til fanga. Vit kunnu stremba eftir eydnu, av tí at vit eiga tað, vit arbeiða fyri at fáa. Við hesum í huga, er tað kanska lættari at skilja, at mannarættini eiga at vera sjálvsøgd. Tí um tú ikki ert føddur við hesum, ja, so er tað ikki ein mannarættur.
Tí hevði eg mett, at til dømis undirvísing, ikki í sær sjálvum er ein mannarættur. At hava rætt til undirvísing merkir, at tú hevur rætt til tað arbeiði og ta vitan, sum onnur hava framleitt, og at tey skulu, um tey vilja tað ella ikki, deila hesa vitan við teg.
Nakað tað sama er, tá hugsað verður um arbeiði. Arbeiðspláss í dag eru í flestu førum byrjað av onkrum, sum hevur stríðst og strevast fyri at fáa gongd á hetta. Tað er ikki ein mannarættur at krevja, at viðkomandi skal seta teg í starv. Tað erheldur ikki ein mannarættur at gera av hvørja løn ella hvussu langa feriu, tú skal hava.
Við hesum er tað heldur ikki ein mannarættur at fáa fosturtøku, skifta kyn og annað læknaheilsuligt.
Við hesum er ikki sagt, at vit ikki eiga at bjóða hetta sum tjóð ella einstaklingar. Hesaferð verður bara viðgjørt, um tað er ein mannarættur ella ikki.
Sostatt eru mannarættindi rættindi, sum øll menniskju hava tá tey verða til. Rættindi, ið eru givin okkum frá Guði, eini hægri eind enn okkum.