Hvat fáa vit við tí nýggja trubodin.fo?

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur stórar ætlanir við talgildu miðlunum, og ein nýggjur trubodin.fo kemur í staðin fyri pappírsblaðið. Men hvat kemur nýggi netmiðilin ítøkiliga at innihalda? Jákup Justinussen, samskiftisfólk, hevur verið við í fyrireikingararbeiðnum.

Tað er fyritøkan Beak, sum sniðgevur og forritar nýggju og framtøknu heimasíðuna hjá Trúboðanum. Tey hava millum annað gjørt heimasíðurnar hjá Glasi, Føroya Tele, Navia, Bláa Krossi og OM. Nýggi trubodin.fo verður sniðgivin til at rigga væl bæði á teldum, snildfonum og teldlum, greiðir Jákup frá. (GG: Verandi trubodin.fo verður skift út, blaðstj.)

Tað besta frá avísini flytur við

– Fleiri av tættunum í blaðnum Trúboðin verða tiknir við á heimasíðuni, men í fleiri førum útbygt. Tað verða tíðindi, bæði innanlands og uttanlands, og afturat tí koma tíðindi frá sjómansmissiónini. Somuleiðis flyta boðandi greinar, innkast og andakt við. Men í mun til eina andakt fjúrtanda hvønn dag í blaðnum, er ætlanin at leggja eina nýggja andakt út hvønn morgun alt árið. Andaktin skal vera stutt, so tað til dømis fellir lætt at lesa hana, áðrenn farið verður frá húsum um morgnarnar. Harumframt verður javnan ein øðrvísi andakt á video, undir heitinum “Gullkorn”, sigur Jákup. Eisini verða týddar andaktir, serliga ætlaðar teimum, ið halda seg vera gomul.

LES EISINI  Miðlaleiðarin í farloyvi til 1. oktober

Samrøður hava átt eitt týðandi pláss í blaðnum. Ætlanin er at royna ljóðsamrøður í staðin, so til ber at lurta eftir samrøðuni á telduni, snildfonini ella teldlinum.

Viðkomandi evni verða viðgjørd

Størri dentur verður á greinar, sum viðgera onnur viðkomandi evni, enn pappírsblaðið hevur megnað. Tað kunnu vera meira gudfrøðiligir spurningar, samfelagsviðkomandi spurningar, familjuspurningar, etiskir spurningar og annað. Størri pláss verður eisini til sjónarmið, til dømis sum bloggar.

Jákup greiðir frá, at ætlanin er at seta eitt nýtt evni á breddan hvønn mánað. Evnið verður viðgjørt frá ymiskum sjónarhornum, og væntandi eisini við eini kjaksending á podcast (ljóðgrein). Alt eftir evninum kunnu tað vera gudfrøðingar ella onnur fakfólk, sum skifta orð um evnið. Málið er at upplýsa, so fólk kunnu taka egna støðu á einum upplýstum grundarlagi, sigur Jákup.

Eitt nýtt konsept, sum vit arbeiða við, er eitt filmsbrot, har ein vitandi persónur svarar einum ítøkiligum spurningi stutt. Sum eitt slag av spurnarkassa undir heitinum “Spyr um trúgv”.

LES EISINI  Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo

Margmiðil

Nýggi trubodin.fo skal kunna nýtast til øll viðkomandi sløg av miðlum. Stroymað kann verða frá stórum tiltøkum, so sum stórmøtunum fyrst í november. Sangupptøkur á filmi ella ljóði kunnu verða lagdar út. Og møguligt verður at gera studioupptøkur av ymiskum slagi. Her setur bara hugflogið mark.

Skapandi hugskot og umrøður

Ein teigur verður at geva einstaklingum og arbeiðsgreinum íblástur við góðum hugskotum. Tað kann vera alt møguligt kreativt, sum eitt nú sunnudagsskúlar, juniorarbeiði ella húsarhald kunnu gera. Til dømis prýði, matur, spøl og mangt annað.

Ætlanin er eisini av og á at hava ummæli av filmum, sum hava serligan áhuga, eins og umrøðu av bókum.

Nógv fólk virkin

At enda leggur Jákup afturat, at ein partur av visjónini er, at sera mong verða við til at skapa alt tilfarið. Fleiri hava verið í gongd í eina tíð, og mong afturat verða sett í gongd, til dømis við at skriva andaktir, greinar, sjónarmið, týða greinar, taka myndir, arbeiða við ljóð ella videoupptøkum og mangt annað.

LES EISINI  Spurnakassin á Trúboðan í morgin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina