Hvat skal standa á tínum gravsteini?

Ímynda tær, at vit spola tíðina fram til tín seinasta dag her á jørð. Tú hyggur aftur á lív títt og verður biðin um at seta orð á, hvat eyðkendi títt lív: Hvussu brúkti tú tína tíð? Hvat livdi tú fyri? Og ikki minst, hvussu høvdu tíni nærmastu lýst teg sum persón? Ja, hvussu hevði eitt slíkt eftirmæli ljóðað?

Hans Kristian Justesen skrivar:

Sjálvur fái eg nærum ein klump í hálsin, tá eg hugsi hendan tankan, tí hann trýstir meg at hugsa um, hvussu eg velji at liva mítt lív.

Ein maður, sum kallaðist Ben Petterson, skrivaði einaferð, at hann hevði eina teori um tað at gerast gamal og skirvisligur. Hann helt, at tá lívið hjá okkum er við at fána – likamið viknað og æðrarnar kálkaðar – er bert tað eftir av okkum, sum veruliga hevur týdning.

Og síðani nevnir hann tvey dømi:

Tað fyrra dømið var ein fráverandi pápabeiggi. Hann hevði brúkt alla sína orku at finna nýggjar vegir til at økja um sítt ríkdømi. Hansara seinastu dagar livdi hann í vælveru, meðan hann møsnaði hálvt í ørviti um allar teir pengar, sum hann hevði vunnið. Samanumtikið var bert hansara gírni eftir.

Hitt dømi var um ommu konu hansara. Tá hon doyði mitt í 80-árunum, hevði hon longu gingið í barndømi í fleiri ár. Men hvat tosaði henda gamla um? Jú, eitt tað besta, henni dámdi, var, tá vit bóðu hana biðja borðbøn. Tá rætti hon hendurnar fram og helt í tey nærmastu kring borðið. Eitt eydnusamt smíl breiddi seg yvir hennara andlit, og hennara eygu fyltust vit tárum, meðan hon hugdi upp ímóti himlinum og hennara varrar skelvandi oystu út sín kærleika til Jesus. Soleiðis var hon! Hon elskaði Jesus, og hon elskaði fólkini rundan um seg. Hon mintist ikki okkara nøvn, men hon kundi ikki lata vera við at vísa sín kærleika til okkara, tá vit komu framvið. Samanumtikið var bert kærleiki eftir – kærleiki til Guds og menniskju.

Øll liva vit fyri onkrum, ”tí at har, sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera” (Matt 6,21).

Hvørjum livir tú fyri?

 

Greinin stóð prentað í Trúboðanum nr. 3/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina