Hvat varð av tíðini?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í útvarpsendingini ” Also, also” varð ein spurningur settur fyri vikum síðan frá einari mammu um tað høga ‘aktivitetsniveau’, sum nógvar ungar familjur eru sperdar av í dag. Børnini skulu luttaka í so nógvum aktivitetum gjøgnum vikuna; og tá so vikuskiftið kemur, liggja kappingar runt alt landið, so oftast mugu foreldur at fleiri børnum skilja seg sundur og koyra í hvør sína ætt. Hetta er ikki bara galdandi teir seks dagarnar í vikuni, men allar sjey – ella eri eg bara hysterisk? ljóðar spurningurin.

Ásannast má, at ferðin er nógv í samfelagnum. Tora vit sum foreldur at steðga á og vera ein verja hjá barninum við at læra tey bæði eitt tilval og eitt frával, ella eru vit bangin fyri, at hetta fær avleiðingar fyri barnið sosialt? Klára vit at sløkkja  teir digitalu miðlarnar ein dag um vikuna fyri at hava ein hvíludag, ella missa vit tá ov nógv av øllum tíðindaflutninginum?

Strongd er vaksandi fyribrigdi bæði millum børn og vaksin. Vísindini leggja høvdini í blot fyri at koma við góðum ráðum at virka ímóti hesi strongd og taka millum annað venjingar úr eysturlondum, sum skulu fáa okkum at hyggja inn í okkum sjálv fyri at læra okkum at slappa av og finna friðin. Løgið, at vit sum eitt kristið land skulu hava alt hetta fyri neyðini, vit, sum hava fría atgongd til bønarlívið saman við Jesusi. Hann, sum vil geva okkum friðin, sum ber av øllum viti og vil varðveita hjørtu okkara og hugsanir okkara í Kristi Jesusi. Ikki er fyri neyðini at leita inn í eitt ófriðarligt hjarta við ymiskum teknikki og andadráttarvenjingum – tá vit í bønini kunnu samskifta við hann, sum sigur: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”- Ein, sum vit kunnu leggja okkara byrðar yvir á, og sum vil bera tær saman við okkum. Men hava vit stundir til tað? Øll hesi nýggju rák kunnu vera gagnlig og spennandi – men taka eisini part av tíðini frá bønarlívinum, tí eina, sum er fyri neyðini.

Sum kirkja og missiónsrørsla hava vit skyldu til at møta okkara unga ættarliði, samskifta við tey, so tey kenna seg sædd, hoyrd og elskað. Gleðiligt er at síggja foreldur, sum raðfesta børnini frammarlaga í síni frítíð og vilja fylgja við teimum, har tey eru. Tí er eisini neyðugt at geva teimum góðar karmar og rúm í heilaga  samfelagnum. Har børnini trívast og hava tað gott, har trívast foreldur eisini. Rammurnar mugu við tíðini tillagast, so unga familjan kennir seg heima, men boðskapurin er til allar tíðir hin sami.

At geva sær sjálvum loyvi til at steðga á og hvíla frá øllum krøvum saman við familjuni, er balsam fyri bæði likam og sál. Vit gleðast í hesum døgum um góðveður, sól og hita, um glaðan fuglasong og alt, sum sprettur og blómar í náttúruni. Kroppurin kennir trongd til at hvíla og njóta friðin eftir eina hektiska vetrarhálvu. Eisini er hetta ein góður møguleiki at endurskoða og samtala um onkrar tillagingar og val, sum kunnu gerast, til gagns fyri familjulívið.