Hvat verðsligger okkum?

Andrias Magnussen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

“Tað er ikki tann kritiseraða trúgvin, sum verðsligger okkum…” Soleiðis byrjar eitt sitat úr bókini “Som om Gud ikke findes”, sum svenski gudfrøðingurin Magnus Malm hevur skrivað. Eg vendi aftur til sitatið seinni.

Í nærum 2000 ár hevur kristindómur verið høvuðsátrúnaðurin í Evropa. Eftir at Rómverjaríkið gjørdist kristi ríki í uml. 380 e.Kr., breiddi kristindómurin seg út um alt Evropa. Kristindómurin hevði stóra ávirkan á fólki og mentanirnar, har hann vann fram. Fyri bert at nevna eitt dømi, so kom kristindómurin við eini heilt øðrvísi mannaáskoðan. Bíblian lærir, at menniskja er skapt í Guds mynd, og hevur tí eitt óavmarkað virðið. Við tílíkari mannaáskoðan var kristindómurin ein mótkulturur til mentanina, sum tá var galdandi. Við tíðini gjørdist kristindómurin høvuðsátrúnaðurin kring alt Evropa.

Í dag er støðan hjá kristindómi í Evropa tó ein heilt onnur. Í nógvum londum er stór avkristnan. Hetta merkir, at fólkini ikki longur kenna seg sum kristin og ikki trúgva, at kristindómur er svarið til teirra spurningar og tørv. Tí leita tey aðrastaðni eftir hesum.

Her á Trúboðanum hevur avkristnan verði umrødd í fleiri bloggum

Hóast avkristnan er nakað, sum hendir yvir tíð, so tykist tað, sum avkristnanin hendir skjótt í Føroyum í løtuni. Gud skal lúkast burtur og koyrast út. Avkristnanin er tí ein álvarsom avbjóðing fyri okkara kirkjur og samkomur, sum skulu boða kristnu læruna, vónina og kærleikan.

LES EISINI  Hvalvík og Streymnes á legu í Nesvík

Fyri at staðfesta átrúnaðarligu støðuna í einum landi, so er neyðugt at hyggja eftir einstaklingunum, sum í felag eru samfelagið. Um einstaklingarnir í samfelagnum ikki eru kristnir, so ber ikki til at tosa um eitt kristi samfelag. Tí hevur andaliga støðan hjá einstaklinginum týdning.

Hetta leiðir meg til áður nevnda sitat eftir svenska gudfrøðingin Magnus Malm, sum eg leysliga havi umsett:

“Tað er ikki tann kritiseraða trúgvin, sum verðsligger okkum, tað er tann ikki praktiseraða trúgvin. Tað er bønin, sum eg ikki biði. Tað eru bíbliutekstirnir, sum er ikki vendi aftur til. Tað er gudstænastan, sum er ikki luttaki í. Tað eru øll øki í heiminum, har kristna sjónarmiðið ikki er við. Tað er tær ferðirnar, sum eg ikki hugsi um, hvat ein nýggj lívsroynd kann læra meg um Gud. Tað eru tær sannroyndirnar um Guds nærveru, sum eg ikki longur taki í álvara, og at enda gloymi.”

Her vísir Magnus Malm á, at avkristnan í einum menniskja er nakað, sum hendir yvir tíð og hendir spakuliga. Tá ið kristin gevast við at útliva teirra trúgv, gevast við at biðja og lesa í Bíbliuni, og leggja av at koma í kirkju og á møti, tá hendir ein avkristnan í teirra lívi.

LES EISINI  Fýra hættir trúgvandi kunnu vera øðrvísi tá ið tey eru til arbeiðis

Sum partur av andaligum arbeiði í nógv ár, havi eg upplivað fleiri, sum vóru við í arbeiðnum, og sum vóru berandi fyri arbeiðið, men sum í dag ikki síggjast nakrastaðni. Hetta er tey, sum hoyrdu til, men sum nú eru horvin.

Hví man so vera?

Ein so stórur og trupul spurningur hevur einki einfalt svar. Tað eru nógvir partar, sum saman hava verið við til at fólk, at síggja til, eru gliðin burtur frá Gudi. Eins og Magnus Malm peikar á, so hendir tað spakuliga og á fleiri ymiskum økjum.

Eg meti tó, at ein partur av frágreiðingini kann vera at finna í mátanum, okkara vælferðarsamfelag er innrættað. Í Føroyum eru stovnar, sum taka sær av tí mesta, og tað er gott við góðum vælferðartænastum.

Hetta hevur tó samstundis við sær, at stórur partur av okkara lívi er latin upp í hendurnar á ymisku stovnunum; vøggustovur, barnagarðar, skúlar, sjúkrahús og so framvegis. Kann tað hugsast, at vit eisini hava latið ábyrgdina av okkara átrúnaði í hendurnar á kirkjum og samkomuhúsum? Um so er, so hevur hetta stóra ávirkan á, hvussu tilvitaði vit sum einstakligar eru um okkara trúgv. Tað er umráðandi, at vit sum kristin ikki lata alla ábyrgdina av okkara trúarlívi upp í hendurnar á øðrum, men sjálvi taka ábyrgd á hesum øki. Lat okkum dagliga lesa í Bíbliuni, og soleiðis venda aftur til bíbliutekstirnar. Tí, sum tað stendur…So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists (Róm 10,17). Fyri trúarlívið er eisini umráðandi at hava eitt reguligt bønarlív. Bønin er andadrátturin hjá sálini, verður sagt. At luttaka í kirkjugongd og møti er gott fyri hin einstaka og fyri felagsskapin. Lat okkum vera við til at fáa kristna sjónarmiðið við allastaðni, tí tað er ikki tann kritiseraða trúgvin, sum verðsligger okkum, tað er tann ikki praktiseraða trúgvin.

LES EISINI  Fyrireikingar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina