Gud, gev fíggindum mínum eydnu og frið

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Møguliga hevur tú biðið fyri Ukraina seinnu tíðina? Tú hevur kanska eisini biðið fyri tínum egnum fíggjarviðurskiftum, nú rentan møguliga skjótt fer upp og prísirnir fyri mat og brennievni eru hækkaðir munandi.

Tað havi eg. Biðið. Og tann eina dagin meðan eg var við at biðja kom eg til at hugsa um Putin. – Tað kundi í roynd og veru verið munandi meira einfalt og trygt, um hasin maðurin varð burturi, segði eg við Gud. – So kundu ukrainar sovið trygd um náttina og hini av okkum nýttust ikki lata okkum lynda við bert einum bili, ella tað, sum enn verri er. Kanska kundi tú skipað fyri einum skjótum hjartaslagi ella fingið russiska herstjóraráðið til at framt eitt lítið sakleyst innanhýsis loynimorð, ella …


Valla náddi eg at senda hesar hugsanir avstað fyrr enn eg kendi, at eg varð steðgaður. – Nei, hatta ber jú ikki til, Carsten. Hatta var helst ikki at biðja eftir vilja Guds, tað tú har royndi. Tað var kortini neyvan hjartaslag og loynimorð, Jesus hugsaði um, tá hann segði: “Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum,” Matt.5,44

ØV! Hví skal Gud eisini vera so víðgongdur í sínum kærleika???

– Á ja, hvat nú, um hann IKKI var so víðgongdur? Hvussu hevði mín egna støða tá verið, Carsten? Ljóðar næsti spurningurin, meðan eg siti og smápráti við Gud. – Tað var helst ikki bert Putin, Dávid hugsaði um, tá hann skrivaði: “Sí, í misgerð eri eg føddur, í synd hevur móðir mín meg gitið.” Sálmur 51,7
Tað velji eg so at lata vera við at svara upp á. Nú var tað jú Putin, vit tosaðu um. Ikki so?

LES EISINI  Opið bræv til Demas

Víðgongdur kærleiki 

Sannur kærleiki er altíð fúsur at gera tað trupla. Sannur kærleiki tekur altíð ímóti eini avbjóðing. Hann tekur aldri tann lætta vegin. Og Jesu kærleiki er ektaður.

Og eg eri kallaður til at spegla henda kærleikan út í heimin. So nú kúlurnar(granatirnar) flúgva um oyruni í Ukraina, ja so er tað ikki nóg mikið bert at biðja fyri ukrainum, heimsins leiðarum, mongu embætismonnunum, ið virka fyri friði handan leiktjaldið, hermonnunum á hermótinum, teim særdu, teimum, ið syrgja missin av teirra kæru, flóttafólkunum og tey fólk í túsundatali, ið júst nú gera alt fyri at hjálpa teimum, ið eru rikin burtur frá sínum.

Tað er eisini skylda okkara at biðja fyri fíggindum okkara. Og við hesum meinti Harrin altso, at vit skuldu biðja jaliga fyri teimum.

So hvussu geri eg so hetta? Kærleikin gleðir seg jú ikki yvir órætt, og tískil letur hann meg ikki ignorera órættvísina og ta pínu, hon ber teimum óseku ofrunum. Kærleikin fer aldri at loyva, at ta ónda fer fram uttan at verða mótmælt.

Bert Gud veit 

Tað hevur aldri verið lætt hjá mær at biðja fyri fíggindum mínum. Eg varð happaður út úr fólkaskúlanum, og tað hevur verið eitt satt stríð at læra at biðja fyri teimum dreingjunum, ið happaðu meg, hóast tað fór fram í nøkrum av mínum fyrstu barnaskúlaárum.

Tað er ikki sjónin av Vladimir Putin í sjónvarpinum, ið fær sjúkrasystrina á Landsjúkrahúsinum til stúrna at hyggja at blóðtrýstmátaranum, tá ið eg eri til fasta eftirlitið. (Tað er helst mín áhaldandi og ósjálvsøkni innsatsur at stríðast ímóti matoyðsl, ið hevur fingið blóðtrýstið ov høgt upp.) Men hóast Putin ikki kann taka heiðurin fyri mítt høga blóðtrýst, so eri eg satt at siga keddur um, og kanska eisini forargaður yvir mátan, Putin førir seg fram uppá, sum rakar og gongur út yvir so mong menniskju. At politikkur hansara so eisini avmarkar trúar- og talufrælsi í stóran mun ger meg ikki meira vinaligt sinnaðan mótvegis manninum.

LES EISINI  Tey góðu og tey óndu

Men eg velji at líta á Jesus. Hann hevur biðið meg biðja fyri fíggindum mínum, og hann hevði aldri biðið meg gera okkurt, ið kortini ongan mun gjørdi. Gud sigur, at … “Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.” Jer.29,11

Slíkar ætlanir hevur hann ikki bert fyri meg, og Jeremias, sum hann á fyrsta sinni segði hesi orð til. Gud hevur eisini góðar og uppbyggjandi ætlanir fyri tey fólk, sum eg síggi sum fíggindar mínar. Og hann hevur givið teimum føri til at fremja góðu ætlanir sínar. Hugsið tykkum til, um bert tey vóru farin at nýta gávurnar til tað, Gud upprunaligt hevði ætlað sær, tær skuldi nýtast til. Hvat um øll tann orkan og alt tað flogvit, ið júst nú verður nýtt til at skaða onnur í staðin varð nýtt til at íbirta frið og eydnu?

Bert Gud veit, hvørjar ætlanir hann hevur lagt fyri fíggindar mínar, men tað er heilt vist, at tann eydna og tann friður, hann hevur ætlanir um, ikki er bygt upp á ósigrar, sorg og pínu hjá øðrum. Kristi kærleiki vil nakað annað og meir. Og tað hevði verið frálíkt, um ætlanir Guds vórðu førdar út í lívið.

So biði eg um kærleika. Fyrst at eg má fáa kærleika nokk til at biðja. Tínast at Gud fer at lata kærleika sín   treingja seg inn í hjørtuni hjá vinum og fíggindum. Tí eg veit, at kærleiki Guds hevur vald nokk til at steðga hesum kríggi og skapa frið.
Mær nýtist ikki at vita, hvussu Gud virkar í lívinum hjá øðrum, áðrenn eg biði. Eg biði bara Gud um at nerta við hjarta á einum manni, lata eygu hansara upp og vísa honum ein betur veg. Og so lati eg restina upp til Guds. Og eg biði til Guds um, at hann vil senda menniskju, ið kunnu hava eina jaliga ávirkan og bjóða eina alternativa rødd  og sjón í lívi fígginda míns.

LES EISINI  Fyrireikingar

Eg vil halda á við royndini at sigra á mær sjálvum og biðja um, at Gud fer at geva fíggindum mínum ta størstu gávuna: kærleiki hansara. Hetta er eitt dagligt stríð, tí at okkurt innaní mær krevur jarðiska hevnd, og eg havi enn nøkur arr eftir sárunum fyrrverandi fíggindar mínir góvu mær. Men hinvegin hevur Kristus møtt mær við einum treytaleysum kærleika. Ein kærleiki, sum er tolin og mildur. Ein kærleiki, ið ikki søkir sítt egna, og ikki ber agg. Og tann kærleikin tolir alt, trýr øllum, vónar alt, heldur alt út. Møtið við henda kærleikan ger truplu bønina møguliga.

Tessvegna mæli eg tær til at líta á Jesus og í kærleika hansara finna styrki til at biðja saman við mær.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina