Hvat við hinum 166???

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvat nú, um tað mest týðandi í kristna lívinum ikki var gudstænastan og møtið?

Hvønn sunnudag eru gudstænastur og møtir kring alt landið. Tey umboða sjálvandi tveir sera týðandi aktivitetir, ið lættliga gerst tað, vit hugsavna okkum mest um, tá vit royna at umseta trúgv okkara í gerð. Um eg fái tikið meg saman og veruliga fari avstað, so stendur væl til við kristnilívi mínum. Um eg hinvegin ikki fái sannført meg sjálvan um at fara avstað, so ….

Ja, hvat so? Um allan heimin stríðast kirkjuleiðarar í okkara tíð við fallandi luttøkutali til ymsu tiltøkini hvønn sunnudag. Eisini her hjá okkum verður nógv orka lagt í at finna út av, hvat gerast kann fyri aftur at kunna fylla kirkju- og møtisalir. Skal møtið verða klokkan 14, 17 ella 18? Kann tónleikurin gerast betur? Kanska kundi nýtt og meira litríkt ljós til pallin bøtt upp á uppmøtingina hjá teim ungu? Skal matur vera á skránni hvørja ferð, ella er tað nøktandi við kakum?

Hvat man fara at henda, um vit í komandi ári nýta munandi minni av tíð til at leggja ætlanir og skipa fyri 2 tímum sunnudagar, og í staðin byrja at hugsavna okkum um, hvussu vit liva restina av vikuni?

LES EISINI  Regn bjargaði presti ...

Eg stúri fyri, at hinir 166 tímarnir, sum restin av vikuni umfatar, er ein sovandi risi í trúarlívinum hjá mongum. Í einum skundmiklum gerandisdegi kann trúarlívið lættliga drukna, um vit bert venda eygunum ímóti sunnudegnum. Men er tað yvirhøvur gjørligt at liva eitt satt kristnilív uttan dagliga dýrkan og samband við Gud, uttan tíð í felag við onnur kristin, uttan at taka Jesus upp í dagligu samrøðurnar og uttan at taka hann við til arbeiðis, ella hvar vit so ferðast?

Kanska eru tað ov nógv kristin, ið trúgv og trúføst savnast, men sum eisini síggja seg sjálvi sum hálvvánalig í staðin fyri at síggja seg sjálvi sum trúgv, andsfylt umboð og sendiboð fyri Jesus – send til at gera eitthvørt, ið gevur meining við hinar 166 tímarnar.

Ein kristin lívsstílur

Kristnar samkomur eru ivaleyst óalmennir heimsmeistarar at skipa fyri tiltøkum. Men kristni lívsstílurin ímillum tiltøkini er u avgerandi signalir fyri einum røttum og sunnum kristnilívi. Alt tað fína og góða, vit hoyra um sunnudagin missir stóran part av síni virði, um tað ikki verður umsett til eitt lív, ið verður livað í væntan og áliti til Guds.

LES EISINI  Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Eg stúri fyri, at alt ov mong kristin í roynd og veru eru hertikin ella fangar í eini mentan, ið sigur “kirkja er sunnudag”, og at restin av lívinum altso ikki er kirkja. Tey síggja ikki, at Kirkja er nakað, ið fer fram í grannaløgunum, skúlunum, bindiklubbunum, ítróttarfeløgunum, og á arbeiðsplássum og á øllum øðrum støðum, har kristin møta øðrum menniskjum. Tey fata ikki rættiliga, at Jesus meinti tað, tá ið hann segði, at har, sum tveir ella tríggir eru komnir saman í Jesu navni, har er hann mitt ímillum teirra.

Men Jesus meinti tað. Hann er har, og tú ert útvaldur. Lyfti Bíbliunnar eru eisini í gildi fyri teg. Hetta merkir, at tú ert sendur í ein fremmandan heim sum sendiharri fyri hin Heilaga. At hann er við tær, og at tú kanst alt í honum, ið gevur tær styrki. Tað merkir, at tú – ja, júst TÚ – bæði kanst og eigur at vænta stór ting frá Gudi.

Hvat nú, um øll í tíni staðbundnu samkomu vaktu hin sovandi risan, gjørdu hinar 166 tímarnar virknar og byrjaðu at liva hitt nýggja lívið, sum øll eru kallað til? Hvat nú, um øll ikki bert bóðu morgun- og kvøldbøn, men eisini prátaðu um leyst og fast við Gud allan dagin? Hvat nú, um øll kristin vórðu partur av einum lítlum bólki av felags kristnum, ið tey javnan møttust við fyri at luta trúnna og lívið við hvønn annan?

LES EISINI  Gud, gev fíggindum mínum eydnu og frið

Hvat nú, um ongin kristin lærari, námsfrøðingur, krambafólk, sjúkrasystur, bussførari, timburmaður, ruskmaður ella politikkari fór til arbeiðis uttan at vera ílatin Kristus og til reiðar at tæna honum? Hvat nú, um øll skiltu týdningin av at gera pláss fyri andaligum samrøðum, so hvørt sum vikan leið?

Hvussu hevði lív títt tá sæð út? Hvussu hevði býur og land títt tá sæð út?

Tá kristin fanga boðskapin og skilja myndugleika Guds yvir hinar 166 tímarnar, tá fer arbeiði Kirkjunnar at verða kollvelt. Um vit kunnu stuðla hvør øðrum til at vera tilætlað í hinum 166 tímunum, so trúgvi eg, vit vilja byggja ríki Guds sum aldri áður. Og so haldi eg í roynd og veru eisini, at trupulleikarnir við at finna fólk til at koma til teir báðar síðstu tímarnar í vikuni, ja tað verður loyst heilt av sær sjálvum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina