Hví okkum tørvar eina barnabók um deyðan

“Ongin fer at lesa hasa bókina!” segði eg við mann mín, Jonny. Eg var júst liðug at lesa útkastið til hansara nýggju barnabók, The Moon is Always Round. Bókin snýr seg um samrøður, sum vit høvdu við okkara trý ára gamla son, Ben, eftir at lítlasystir hansara, Leila, varð deyðfødd við termin í mars 2016. Sum væntað, so græt eg allan vegin ígjøgnum bókina. So eg hugsaði, hvat foreldur fer at lesa hesa bókina fyri sínum barni? Hvør mamma ella pápi fer at taka hesa bók av bókahillini og hugsa, “Hetta er júst tann rætta bókin til góðanáttsøgu, áðrenn barnið fer at sova?”

Jackie Gibson, Pennsylvania, USA, skrivar:

Jonny og eg høvdu heldur ikki valt at lisið eina tílíka bók fyri okkara soni fyri fýra árum síðani. Vit høvdu í øllum førum ikki valt, at hendan søgan skuldi gerast veruleiki fyri Ben. Hann hevði havt ein góðan barndóm; vit høvdu ongantíð ímyndað okkum, at hann fór at uppliva ræðuleikarnar av deyðanum so tíðliga í sínum lívi, og at missa ein, sum stóð so nær. Vit høvdu ikki gitt, at fyrsta systkinið, sum hann fór at halda í sínum ørmum, var hansara deyðfødda lítlasystir. Vit vónaðu, at Ben fór at hava eina góðan barndóm uttan trupulleikar, áðrenn hesin heimur rópti sítt neyðarróp so hart, at hann ikki kundi annað enn hoyra tað. Men ístaðin kom deyðin tíðliga, óvæntaður, og knústi okkara vónir.

At geva børnum signingina við at syrgja

Hóast deyðin føldist sum ein miskunnarleysur innbrotsmaður, sum tilvildarliga velur síni offur, so vóru vit grundfest í teimum sannleikum, sum Guds orð lærir okkum, at ikki fellur spurvur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara” (Matt 10,29) (red.). Tað var freistandi at ákæra Gud fyri at vera óndur – Sátan var í øllum førum skjótur at teska hesa lygn fyri okkum – men vit vistu, at Guds persónleiki ikki kundi verða broyttur orsakað av, at vit høvdu mist. Sum Charles Spurgeon skrivaði til sína dóttir og svigarson, “Faðir okkara mistekur seg ongantíð, og hann er ongantíð óvinarligur.“ Skuldu Jonny og eg stríðast við hendan missin einsamøll, ella skuldu vit bjóða soni okkara við í stríðið?

LES EISINI  Stórmøti SIMBAHITT sunnudag

Í Prædikaranum 7,2 lesa vit: “Betri er at ganga í sorgarhús enn í gildisskála, tí at tað er endin hjá hvørjum manni, og tann, sum livir, eigur at leggja sær tað í huga.”

Hetta er nakað, sum tey, ið liva, skulu leggja sær í geyma, og hetta er galdandi fyri børn eins væl og vaksin. Tað er ofta soleiðis, at tá ið vit fara til eitt sorgarhús, so lata vit børnini vera eftir uttanfyri. Men, um tað er soleiðis, at “tá ið andlitið er dapurt, veit hjartanum væl við” (7,3), hví afturhalda vit so hesum góða frá okkara børnum? Vit tosa um at røkta hjørtuni hjá okkara børnum heldur enn bara at rætta teirra atburð. Men, tá ið talan er um sorg í lívinum, so hava vit ofta lyndi til at pakka børnini inn í vatt og skerma tey.

Halgandi gávur

Í Guds forsjón hevur Ben sæð vaksin fólk grátið; hann hevur gingið oman eftir kirkugólvinum við síðuna av eini lítlari, hvítari kistu; hann hevur verið til eina jarðaferð, har fólk grótu hart; og hann hevur hjálpt pápa sína við at sáa grasfræ á grøvina hjá systur síni. Vit høvdu ongantíð roknað við, at hesar hendingar fóru at verða signingar frá Gudi, men tað blivu tær. Mitt í myrkrinum hevur Guds ljós lýst sum ongantíð fyrr fyri Ben. Tá ið vit minnast systur hansara Leilu, so tosa við um gleðina í Himli. Tá ið vit kenna tómleikan eftir Leilu, so minna vit hann á, at hesin heimurin ikki er okkara heim. Tá ið vit eru í kirkjugarðinum í Cambridge, so tosa vit við hann um uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir. Í øllum hesum hava vit tann framíhjárætt at sleppa at læra hann, at

Gud er altíð góður, sjálvt í okkara myrkastu løtum. Eins og mánin altíð er rundur, eisini tá ið vit ikki síggja hann.

Fyri nøkrum mánaðum síðani funnu vit útav, at eg var við barn, eftir at eg hevði verið ófruktbar, síðani Leila doyði. Men, vit hava lært ikki at vera hástór. Vit hava lært, at lívið er viðkvæmt. Nú eitt kvøldið, tá ið vit bóðu saman sum familja, so bað Ben: “Góði Gud, vit takka tær fyri barnið í búkinum á mammu. Vit biðja um, at hetta barnið ikki skal doyggja. Í Jesu navni. Amen.” Var hann óður og græt hann, meðan hann bað hesa bønina? Nei. Hann bað í roynd og veru, tí hann sjálvur hevur lært, hvussu óstøðugt lívið kann vera, og at vit ikki kunnu vænta, at alt skal vera lutter idyl. Hann kennir veruleikan í hesum brotna heimi uppá ein máta, sum flestu av hansara javnaldrum ikki gera. Hetta síggja vit sum eina dýrabara, halgandi gávu frá Gudi. Kroppurin á systur hansara liggur møguliga í einum kirkjugarði í Cambridge, men faðir hansara í Himli hevur ikki givið honum ein stein (Matt 7,9).

LES EISINI  Týdningarmiklari enn nakrantíð

At læra álit

Hetta er grundin til, at eg havi broytt meining viðvíkjandi bókini hjá manni mínum. Tað vera óivað nógv foreldur, sum ikki fara at lesa bókina fyri børnunum, men tað áttu tey at gjørt. Børn okkara liva í sama falna heimi, sum vit gera. Fyrr ella seinni, so fara tey at møta líðing og deyða, og tá fara tey at spyrja sama spurning, sum vit hava spurt: Um Gud er góður, hví loyvdi hann so hesum?

Tá ið tann dagurin kemur, hvussu fara vit so at svara okkara børnum? Fara vit at lata tey vera uttanfyri sorgarhúsið? Fara vit at goyma okkara sorgarmerktu andlit fyri teimum? Tað er væl hugsandi, at vit heldur skuldu tikið í hondina á teimum og gingið saman við teimum inn í sorgarhúsið. Kanska vit skulu latið tey uppliva myrkrið í líðing og deyða, og so kundu vit sagt við tey, at tað er í lagi at vera keddur.

LES EISINI  Beinleiðis sunnudagsskúli úr KFUM&K í Klaksvík kl. 14

Og síðani kundu vit fortalt teimum um Jesus, sum fór ígjøgnum uppaftur størri myrkur langafríggjadag, fyri nógvum, nógvum árum síðani. Tá ið hann hekk har á krossinum, vóru ongar stjørnur á luftini, ikki so mikið sum ein ljósstrála frá mánanum sást. Hóast hetta, í øllum hesum myrkrinum, visti hann, at Gud er góður. Gud er altíð góður. Akkurát sum mánin altíð er rundur, sjálvt tá ið vit ikki síggja hann.

Kelda: thegospelcoalition.org

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina